Løgreglan inn til Sarkozy

Franska løgreglan rannsakaði í dag húsini hjá fyrrverandi forsetanum Nicolas Sarkozy. Franskir fjølmiðlar skriva, at rannsóknin hevur samband við illgrunan um, at Sarkozy fekk ólógliga fígging til sítt valstríð í 2007.

Sambært ákæruvaldinum fingu starvsfólk hjá Sarkozy brævbjálvar við pengum frá fólki, sum arbeiddu hjá Liliane Bettencourt, sum er arvingur til ta kendu smyrslfyritøkuna L'Oréal.

Sambært blaðnum Le Monde hevur løgreglan eisini rannsakað eina íbúð, sum kona Sarkozy, Carla Bruni-Sarkozy, eigur.

Nicolas Sarkozy og húskið halda summarfrí í Kanada í hesum døgum.