Tá ið politiið kom á staðið, fekk hann at vita, at hvørki hann ella nakar annar mátti búgva inni í húsinum og sostatt bert úti á tjaldingarøkinum.
Hetta var hann ikki vitandi um.
Trupuleikin varð loystur á tann hátt, at politistarnir koyrdu hann niðan í Skemmuna, har hann keypti sær eitt tjald.
Síðani varð hann koyrdur oman aftur á tjaldingarøkið, har politistarnir hjálptu honum at seta tjaldið upp.