Í nátt hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr t kanna ferðsluna. Í hesum sambandi vóru tey Í Eysturoynni í nátt við radaranum og mátaðu, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.
Og tað kom illa við hjá fimm bilførarum, sum koyrdu skjótari enn loyvt var. Teir fingu allir eina bót, men harafturat fingu tveir av teimum klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu ávikavist 102 og 109 kilometrar um tíman. Koyra persónbilar meiri 21 kilometrar skjótari enn loyvt er, fær bilførarin klipp í koyrikortið.
Í Havnini fekk løgreglan illgruna til ein bilførarar mitt í nátt. Hann varð steðgaður og úrslitið av tí varð, at hann er skuldsettur fyri at koyra við kenning. Annars hevði løgreglan eitt átak ímóti rúsdrekkakoyring í Havn í nátt. Í tí sambandi vórðu 25 bilar steðgaðir, men teir bilførararnir vóru allir edrúir.