Løgreglan hevur eina serliga áheitan á bilførarar í dag

Tað verður nógv ferðsla á Oyggjarvegnum í dag - men tað er kavsvart í mjørka

Í sambandi við, at Tórshavn Maraton er í dag, eru nógvir vegir í Havnini stongdir, og somuleiðis er Kaldbaksvegurin, sum er høvuðsvegurin til og úr Havnini, eisini stongdur. Kaldbaksvegurin er stongdur nú frá klokkan eitt, til klokkan sjey í kvøld.

Í hesum sambandi verður víst til Oyggjarvegin og í hesum sambandi er fitt at ferðslu eftir gamla Oyggjarvegnum í dag.

Men løgreglan sigur, at har er kavsvart í mjørka, og at tey hava varnast, at fleiri bilar koyra við sløktum lyktum,  og serliga eru tað nógvir bilar, sum koyra við sløktum baklyktum. Nettupp tað, at koyra við sløktum baklyktum, er ein serligur vandi, tí bilar, sum koyra aftan á, síggja ikki bilin framman fyri, fyrr enn tey eru heilt uppi í reyvini á honum. Og kemur fremri bilurin undir at bremsa knappliga, kann tað skjótt enda galið.

Tí heitir løgreglan á bilførarar, sum koyra á Oyggjarvegnum, sum at vísa størsta varsemi, og at minnast til at tendra lyktirnar, eisini baklyktirnar, tí bilar, sum koyra myrkir, eru ringir at síggja og tað er ein álvarsligur vandi fyri ferðslutrygdina.