Løgreglan heldur seg nú vita meira

Norska løgreglan heldur seg vita umleið, hvussu mong vóru í húsinum, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum í Lørenskog.

 

 

- Vit halda, at vit nú hava eitt betri yvirlit yvir, hvussu mong vóru í húsunum ta løtuna, tá Anne-Elisabeth Hagen varð tikin í heimi sínum, sigur kanningarleiðarin hjá norsku løgregluni, Tommy Brøske.

Tað var hin 31. oktober í fjør, at norska ríkmanskonan knappliga hvarv úr heimi sínum, og seinasta lívstekin til hennara er ein telefonsamrøða, hon hevði við onkran í familjuni klokkan 09.14 henda feigdarmorgun.

Síðan hevur eingin hvørki sæð ella hoyrt til hennara. Maður Anne-Elisabeth Hagen er norski miljarderurin, Tom Hagen, sum telist millum ríkastu persónar í Noregi. Tá hann kom úr arbeiði tíðliga seinnapartin henda dagin, var konan horvin.

Tá NRK spyr Tommy Brøske, um løgreglan nú veit, hvussu mong hugsandi vóru í húsunum, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv, sigur hann soleiðis: - Vit eru nærri talinum nú, enn vit hava verið áður, men enn mugu vit arbeiða meira við málinum, áðrenn vit vita neyvari.

Kanningarleiðarin vil kortini ikki avdúka, hvussu nógvir persónar vóru staddir í húsunum í Lørenskog, tá ríkmanskonan hvarv, og orsøkin til, at hann ikki vil siga nakað tal, er við atliti til kanningararbeiðið, sum Tommy Brøske tekur til.

Men, hvat er tað, sum ger, at løgreglan nú heldur seg vita meira um hetta?

- Uttan at fara niður í smálutir, snýr hetta seg um okkara kanningar, metingar og tulkingar, sum eru partur av arbeiðnum. Tað er ein sentralur partur at finna út av, hvussu mong vóru í húsunum henda dagin, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Norska løgreglan heldur, at konan hvarv bert fáar tímar, áðrenn maður hennara kom heim úr arbeiði henda dagin klokkan 13.30. Sambært Tommy Brøske fær løgreglan framvegis fleiri ábendingar í umhvørvinum kring heimið í Lørenskog. 

Í samrøðu við NRK sigur hann, at løgreglan framvegis hevur fokus á bilar og akfør, sum vóru í umhvørvinum feigdardagin, og løgreglan hevur eisini eftirhugt umleið 600 tímar á vakmyndatólum, sum eru í umhvørvinum.

Norska løgreglan sigur, at tey í stóran mun eru liðug at savna tilfar, og nú royna tey í størri mun at greina tilfarið og seta ting í ein samanhang. - Vit eru nú farin í holt við eitt tyngri og djúpri kanningararbeiðið, sum verður tíðarskrevjandi, sigur hann.

Kanningarleiðarin, Tommy Brøske, sigur seg í samrøðu við NRK vóna, at hetta arbeiði fer at leiða løgregluna víðari og nærri uppkláringini av málinum um Anne-Elisabeth Hagen.