Tað er kolandi stormur í morgun, og løgreglan hevur eisini fingið eina ørgrynnu av fráboðanum um stormskaðar.
– Tað er kolandi stormur, eisini mitt í Havnini, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Hann sigur, at Yviri við Strond feyk ein kampingvognur út á vegin, so at sløkkiliðið mátti fráboðast. Og uppi á Karlamagnusarbreyt fór byggitilfar á flog.
Tilsamans hevði løgreglan fingið 44 fráboðanir um stormskaðar klokkan 13 í dag.
Tað byrjaði tíðliga í morgun, klokkan 6.30 tá ið fráboðanir komu úr Suðuroy og í Norðoyggjum. Tað vardi ein góðan tíma, men so varð friður til klokkan 9.45, tá ið hann brast á aftur, men tá vóru eisini nógvir skaðar í miðstaðarøkinum og í Vágum.
Upp á tríggjar tímar fingu fyri einar 40 fráboðanir, sigur løgreglan, men nú er hæsað av aftur, í hvussu so er fyribils. Men tað er framvegis rættiliga nógvur vindur.
– Í Gøtu var kolandi stormur, og har fór ein stór bingja á flog, og ímeðan tey royndu at fáa tamarhald á henni fekk bilurin hjá átaksleiðaranum eina so harða hvirlu á seg, at allir rútarnir í bilinum fóru í knús, umframt at hann fekk annan skaða.
Tískil mátti bilurin setast og har varð mælt frá at fara út yvirhøvur eitt skifti.
Og í Leirvík fór ein trampolin á flog, og hon reyk inn ígjøgnum endaveggin í einum húsum og endaði inni á loftinum. Annars eru nógvar tekjur rivnar og nógvur húsaklædningur, men fráboðanir eru eisini komnar um, at varmavekslarar til hitapumpur eru farnar á flog.
Men tíbetur eru ongi ferðsluóhapp fráboðað, og heldur ongin fólkaskaði. Løgreglan sigur, at annars mæla teir ikki fólki frá at fara út, tað mugu fólk mugu sjálvi meta um, hvussu ráðiligt tað er at fara út, siga tey.