Trý smábørn - tað eina trý ár, tað næsta tvey og tað triðja bert ellivu mánaðar - eru í dag funnin deyð í einum heimi í eystara parti av Onglandi.
Orsøkin til, at løgreglan kom fram á deyðu børnini, var, at ein kvinna frammanundan varð funnin deyð uttanfyri eitt parkeringshús, illa meiðslað í høvdið.
Løgreglan heldur, at kvinnan, sum helst er mamma til børnini, doyði av einum falli niður av høga parkeringshúsinum.
- Enn er hetta so nýtt, og tí halda vit allar møguleikar opnar. Í løtuni er ov tíðliga at koma við nakrari endaligari staðfesting av, hvat er hent.
Løgreglan sigur, at tey í fyrsta lagi fyrihalda seg til, hvussu kvinnan er deyð, og hvussu deyði hennara á ein ella annan hátt hevur tilknýti til, at børnini eisini eru deyð.