Millum 50 og 60 kilo av amfetamini vórðu í dag funnin umborð á einum báti á Fáskrúðsfirði í Íslandi Báturin var komin úr Danmark til Íslands og hevði verið inni í Føroyum á vegnum.
Evropeiska løgreglusamstarvið Europol sigur í einari fráboðan, at tann ovurstóra nøgdin er avdúkað og funnin eftir samstarv millum løgregluna í Íslandi, Føroyum, Danmark, Noregi, Niðurlondum og Týsklandi.
Europol sigur, at fleiri húsarannsóknir eru gjørdar í Føroyum, Danmark og Noregi í dag sambandi við málið.
Sagt verður, at í Íslandi eru fimm fólk handtikin í sambandi við málið. Harafturat eru tvey fólk handtikin í Danmark og eitt í Noregi.