Løgreglan fær illa vart fólk

Løgreglan eigur at koma uppí leikin tá lógarbrot eru framd. Tí fær løgreglan ikki vart ein mann, sum kennir seg hóttan á eini cafe, sigur Turið Debes Hentze, advokatur

Uppá spurningin um løgreglan fær vart ein samkyndan mann, sum sigur seg kenna seg hóttan á eini café, sigur Turið Debess Hentze, at tá løgreglan sigur seg illa kunna verja hann, tá hann verður sjikaneraður av ungfólki, so er tað satt.
- Revsirættarliga er tað eins og við harðskapsraktu kvinnuni, sum er farin frá manninum. Har fær løgreglan illa vart hana móti manninum, tí tað vil altíð vera ein meting, nær talan um forfylging og hóttanir. Men hon kann seta seg í samband við løgregluna, tá hann hevur bukað hana, og síðani kann hann verða revsaður. Tað er ikki uppgávan hjá løgregluni at kanna, hvat fólk tosa um, ella at uppala fólk so tey skikka sær pent. Løgreglan kemur á staðið, tá okkurt er hent, og politikararnir kunnu so átaka sær at fortelja fólki hvør atburður verður góðtikin, og hvør ikki verður góðtikin, eitt nú við at herða revsirammuna fyri sjikanu, hóttanir og forfylging av samkyndum. Soleiðis kunnu politikarar viðurkenna, at tey samkyndu eru ein útsettur bólkur, og tá verður tað eisini greitt hjá fólki, at atburðurin ikki verður góðtikin, sigur Turið Debess Hentze.