Løgnasti dystur nakrantíð

Brian Kerr, landsliðsvenjari, heldur dystin í gjár vera løgnasti dystur, hann hevur verið við til. – Bólturin fór uppundir loftið seks ferðir. Eg hevði heldur viljað spælt uttandura, sigur hann

Hóast hetta var fyrsti landsdysturin hjá Føroyum síðan oktober mánað, so var tað ikki sjálvt fótbóltsspælið, sum er tað fyrsta Brian Kerr nevnir, tá hann verður spurdur um dystin. – Hetta var løgnasti fótbóltsdystur eg havi verið við til. Bólturin fór upp undir loftið seks ferðir í dystinum. Tað er ikki sum ein ordiligur dystur. Tað er ikki sum ein ordiligur landsdystur. Eg hevði nógv heldur viljað spælt uttandura, sigur Brian Kerr.
Hann heldur somuleiðis, at sjálvt landsliðið hevur havt alt ov stórar trupulleikar. – Vit hava havt ov nógvar trupulleikar av veðrinum í Føroyum. Spælararnir hava næstan ikki spælt í januar og februar, og so brádliga í mars hava teir nógva venjing og nógvar dystir. Fyrireikingarnar hava ikki verið í lagið. Tað er bara ørt í veruleikan, sigur Brian Kerr.
Hann leggur afturat, at mentaliteturin má broytast, um fólk vænta góð úrslit av landsliðnum.
– Vit hava leikarar, sum spældu hósdagin og leikarar, sum spældu fríggjadagin. Tað vísir manglandi respekt fyri landsliðnum. Men burtursæð frá tí var spælið hjá okkum í lagið, sigur Brian Kerr.

Teir nýggju vóru góðir
Hetta er fyrsta ferðin, at Brian Kerr stendur á odda fyri landsliðnum í einum venjingardysti, og tað fegnast hann hóast alt um.
– Vit høvdu nógv gott spæl, og tá vit hugsa um, at tað vóru nógvir nýggir leikarar. Spælararnir spældu væl, men fyrsta ferðin teir nerta við bóltin er ikki heilt nóg gott, hóast teir flestu annars orka at spæla. Men teir nýggju gjørdu tað gott. Rógvi Poulsen spældi væl, Vagnur Mohr Mortensen er endiliga við, og hann spældi eisini væl, og Jóan Símun Edmunsson spældi eisini væl, sigur Brian Kerr.
Hann fegnast somuleiðis, at hann slapp at síggja Christian Mouritsen og Høgna Zachariasen á landsliðnum.