Hvussu nógv fólk búgva í París? Nær gavst Tony Blair sum forsætisráðharri? Og hvat ár kom Born In The USA út?
Vit hava øll spurningarnar, sum vit kunnu spyrja Google leitiskipanina á internetinum, og tað eru ikki bara vit. Hvønn dag eru umleið ein milliard leitingar á Google, og ein millión servarar kring heimin syrgja fyri, at øll fáa svar.
Semja er ikki, um tað ber til at spyrja býtt ella ikki, men í øllum førum ber til at siga, at á Google spyrja fólk eisini øðrvísi – løgnar - spurningar.
Heimasíðan Ninahale hevur leitað eftir spurningum, sum fólk spyrja á Google, og har hava tey funnið heldur sermerktar spurningar, har vit næstan ikki vilja vita orsøkina til spurningin, ella hvat svarið er.
Kettan í buksunum
Tað ber til at leita eftir øllum millum himmal og jørð á Google, og onkur hevur søkt eftir “nakin á arbeiðsplássinum av óvart”, onkur hevur spurt “hvat slag av alkoholi kann drepa teg?”, og so var tað internetbrúkarin, sum vildi vita “hví hatar hon meg?”.
Í listanum hjá Ninahale finna vit eisini hesar leitingar: “Ketta í mínum buksum”, “Lygisøga um keypssentur”, “sjeikaligur hermaður”, “vaksin av óvart”, “sólarskipanin aftur plágað av tjóðum”, “ein bunki av lorti” og “hvar fingu tey innbúgvi ðtil Tron Legacy frá?”.
So eingin hevur kanska spurt ov nógv – men tað eru sanniliga nakrir løgnir spurningar úti har.










