- Eg haldi ikki, at politiska støðan er broytt, síðani eg fór úr Tinganesi fríggjakvøldið, burtursæð frá tí, at nógv er sagt og skrivað síðani.
Hetta sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum er staddur í London, við Sosialin í kvøld. Hann vísir á, at tað einasta, sum skilir landsstýrisflokkarnar er, at teir eru ósamdir um fólkaatkvøðuna.
Men hesum eru samstarvsflokkar hansara, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ikki heilt samdir við honum í.
Við útvarpið í fyrr í dag segði Høgni Hoydal, at naggatódn er í politisku støðuni. Hann segði, at Tjóðveldisflokkurin vil halda gjørdar avtalur, og sipaði hann helst til avtaluna um at skriva út fólkaatkvøðu um fullveldisleistin 26. mai.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna Sjálvstýrisfloksins, segði við útvarpið, at tey ikki halda so fast við kravið um fólkaatkvøðuna 26. mai, men at tey eisini kunnu semjast um aðra loysn á málinum.
Men tað verður eingin fólkaatkvøða yvirhøvur. Hetta hevur løgmaður gjørt greitt, og tað leggur hann enn einaferð dent á. Og um Tjóðveldisflokkurin kortini fer í tingið við uppskotinum um fólkaatkvøðu, so biður flokkurin um trupulleikar, sigur løgmaður:
- Eg havi fingið at vita, at Tjóðveldisflokkurin tvíheldur um, at uppskotið um fólkaatkvøðuna skal niðan í tingið. Tað er sera kaotiskt fyri Føroya fólk, um tað hendur, at uppskotið fer niðan í tingið, uttan at man ætlar at gjøgnumføra tað - og tað verður ikki gjøgnumført, tí meiriluti er ikki fyri tí, sigur løgmaður.
- Fer Tjóðveldisflokkurin niðan í tingið við einum uppskoti, sum hann veit, ikki kemur ígjøgnum, so biður hann um trupulleikar, og tað er júst tað, sum vit hava roynt at sloppið undan, sigur løgmaður, sum vísir á, at landsstýrið alla tíðina hevur roynt at funnið semju, áðrenn mál hava verið borin niðan í tingið.
- Men verður tað soleiðis, at vit semjast um eitt annað uppskot ? ella eitt tillagað uppskot ? so ber væl til at leggja tað fyri tingið, hóast tíðarfreistin er farin, sigur Anfinn Kallsberg, sum kortini leggur dent á, at tað verður so ikki eitt uppskot um fólkaatkvøðu.
Sjálvt um tað er púra klárt, at samgongan ikki fer at semjast um at halda fólkaatkvøðu, og at Fólkaflokkurin ikki er at vika í hesum máli, so væntar løgmaður kortini ikki, at Tjóðveldisflokkurin fer at leggja fram uppskotið í sjálvdrátti.
- Tað hevði verið brot á alla vanliga mannagongd, og tað vildi verið sera óklókt at gjørt tað, sigur løgmaður.
Skuldi tað hent, at samgongan skrædnaði, so væntar Anfinn Kallsberg ikki, at vit fara at hava eitt minnilutalandsstýri.
- Vit hava onga traditión við minnilutastjórn, so tað dugi eg ikki at ímynda mær.
Upp á spurningin, um nýval verður útskrivað, svarar løgmaður, at tað loysir als ongar trupulleikar.
Og tá vit spyrja hann, um hugsandi er, at hann fer at bjóða øðrum flokkum við í samgonguna, um hon skrædnar, hevur hann als onga viðmerkingar.
Løgmaður vónar, at hann situr sum løgmaður restina av hesum valskeiði, men hann viðgongur, at hann hevur eitt turbolent bakland, og tí kann hann ikki kenna seg heilt tryggan.