Løgmansstjórin: Leiðararnir mugu lata upp

Tørvur er á einum kunningarpolikki, sum eisini útgreinar talufrælsið, men hettar má ganga hond í hond við einum broyttum leiðsluhugburði, sigur Marjun Hanus

Dánjal Højgaard

Starvsfólkini hjá tí almenna eiga at fáa greiðar spælireglur, so tey kenna seg trygg við at nýta sítt privata talufrælsi. Men fyri at tað ikki bara skal virka á pappírinum, mugu leiðararnir á teimum almennu arbeiðsplássunum eisini spæla við.

Hetta er boðsskapurin hjá Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra, nú Jóanna Djurhuus mælir til, at tað má koma eitt signal frá landsinss ovastu leiðslu, sum eggjar starvsfólkunum til at nýta sítt talufrælsi.

- Tað hevði verið gott at fingið ein kunningarpolitikk, sum eisini inniheldur eina vegleiðing um talufrælsi, sigur Marjun Hanusardóttir. Hon sigur, at hettar hevur verið ætlanin í nøkur ár. Evnið talufrælsi hevur verið viðgjørt á starvsfólkafundum í fyrisitingini, men av ymsum grundum eru kunningarpolitikkur og vegleiðing ikki komin á pappírið enn.

- Men ein vegleiðing skapar onga kollevelting. Hon kann ikki standa einsamøll. Tá hevur tað minst líka nógv at siga, hvussu leiðslan er mótvegis starvsfólkunum í gerandisdegnum. Tí tað er gjøgnum tær dagligu reaktióninar, at starvsfólkini fáa síni fornemmilsir. Tað er í tí dagliga verkinum, at starvsfólkini mugu kenna seg trygg.

Tískil mugu politikkur og vegleiðing fylgjast upp av eini hugburðsbroyting millum teir almennu leiðararnar, heldur hon.

- Leiðararnir mugu senda eitt signal út til síni starvsfólk um, at tað er í lagi at tey nýta sítt talufrælsi, og at einki er at vera bangin fyri, sigur løgmansstjórin.

- Ein máti at broyta mynstrið er, at onnur enn stjórin sleppa framat at úttala seg vegna stovnin. Á tann hátt venja fólk seg við at tosa við fjølmiðlarnar, og tað verður lættari at nýta sítt talufrælsi, sigur Marjun Hanusardóttir, sum sjálv heldur, at støðan er broytt til tað betra.

- Leiðslurnar kunnu vera so ymiskar. Summar eru øgiliga opnar, meðan aðrar eru meira afturlætnar. Men sum heild havi eg varhugan av, at tað eru fleiri starvsfólk sum úttala seg alment nú, enn tað var fyri nøkrum árum síðani.