Millum føstu traditiónirnar hjá løgmanni er ein vitjan í KFUK jólaaftan og at eta morgunmat á Herberginum jólamorgun, og tær traditiónirnar helt løgmaður eisini í ár. Tað hevur verið siður í fleiri ár, at løgmaður vitjar í KFUK jólaaftan at hugna um og práta við tey, ið har eru savnað at halda jól saman.
- Hetta er ein traditión, sum eg fegin geri. Tá vit hava etið heima og dansað jólatræ, so fari eg oman í KFUK at heilsa upp á tey, ið har eru komin saman, og so dansi eg jólatræ saman við teimum, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Í ár vóru tey 22 tilsamans, íroknað fyriskiparaparið, sum hildu jólaaftan í KFUK, og eisini tey vóru fegin at fáa løgmann á vitjan.
Jólamorgun hevur løgmaður eina aðra traditión, nevniliga at eta morgunmat saman við teimum, ið búgva á Herberginum. Og eisini hesa traditión heldur løgmaður fegin viðlíka.










