Løgmaður vil ikki síggja Sosialin longur

Avdúkingin hjá Sos­­ial­i­num, um at feløg hjá løg­manni hava givið tí al­emnna og øðr­um tap, hevur nú ført til, at Løg­mans­skriv­stov­an hev­ur strik­að hald­ið hjá løg­manni upp á Sosialin

Fríggjadagin ringdu fólk frá Løg­mans­skriv­stov­uni á Sos­i­al­in at boða frá, at Før­oya Løg­mað­ur, Kaj Leo Jo­hanne­sen, ikki longur ynskir at hald­a Sosialin.

Tað hevur til allar tíðir ver­ið so­leiðis, at landsstýrið hev­ur hald upp á bløðini. Eis­i­ni verða bløðin borin heim til landsstýrisfólk og løg­mann.

Sosialurin hevur roynt at ringt til løgmanni fyri at frætta, hví Løg­mans­skriv­stov­an hevur tikið hetta óvanliga stig, men hann var ikki at hitta.

Hóast eingin grundgeving var fyri uppsøgnini, so skyld­ast hon uttan iva ta skriv­ing, sum hevur verið í Sos­i­al­i­num sein­astu vik­ur­nar um ó­ski­l­ið í part­a­fel­øg­u­num hjá løg­manni, sum hevur ført til, at tað al­menna og onnur hava mist nógv­ar peng­ar upp á hesi feløg. Eitt nú hevur Bank­Nordik mist 13 mill­i­ón­ir krón­ur upp á høv­uðs­fel­ag­ið hjá løg­manni, P/F KRK-Hold­ing.

Hvussu stórt tapið er til­sam­ans er tað eingin sum veit, utt­­an Kaj Leo Jo­hann­e­sen sjál­v­­ur og fel­­ag­ar hans­ara, tí í bún­­um eft­­ir fel­­øg­­ini vór­u als eingi virði – ikki so frægt, at tað bar til finna út av, hvussu nógv­ar ó­goldn­ar rokn­­ing­­ar lógu eft­ir. Tí­skil vóru fel­­øg­­­ini strik­að sam­bært grein 143 í konk­urs­lóg­ini um »selskab ud­en midl­er«. Tað merk­ir, at eing­in krav­án­ari fær eitt klov­ið oyra.

Orsøkin til alt hetta rumbl­ið var eitt eitt lesarabræv á Vága­­­port­al­i­num, at Jørgen Nicl­a­­sen og Kaj Leo Jo­hann­e­sen vóru lagdir und­ir at hav­a giv­­ið tí al­­menna tap gjøgn­­um part­a­fel­øg.

Løgmaður hevur av­sann­að hetta fleiri ferðir, bæði á Vág­a­port­al­inum, í Sos­i­al­i­num og á Rás2.

Tað er hetta, sum Sos­i­al­ur­in hevur víst á fleiri ferðir, at løg­mað­ur hevur sagt ósatt – og tað er ein trupulleiki.
Dagur og Viku viðgjørdi fríggja­kvøld­ið sama evnið, og har staðfesti løg­frøð­ing­ur­in Krist­ina Sam­u­el­sen tað, sum Sos­i­al­ur­in fleiri ferð­ir hev­ur stað­fest, at løg­mað­ur hevði fulla á­byrgd av hes­um fel­øg­um, har hann var nevnd­ar­for­mað­ur.

Spurningurin er so, um løg­maður eisini strikar kring­varps­gjald­ið – ella hvussu hann kann hevna seg inn á sjón­varpið...