Tann 25. mars, fer Kaj Leo Holm Johannesen at handa einum íverksetara heitið og heiðurin sum ársins íverksetari. Tað fer hann at gera hendan fríggjadagin tann 25. mars á almennum íverksetaradegi í Múllers Pakkhúsi í Havn frá klokkan 13.30 til 16.30.
Hóast talan er um eitt alment tiltak, er neyðugt at melda til í seinasta lagi dagin fyri, tí tað krevur nógvar fyrireikingar.
Hetta er triðja árið, at ársins íverksetari verður valdur og tað er fyri at leggja dent á, hvussu stóran týdning íverkseting hevur, at verður sjálvur løgmaður, sum tilnevnir hann.
Enn er ikki alment, hvør verður ársins íverksetari, men talan er um ein, sum dugir at síggja nýggjar møguleikar og sum hevur havt dirvið og orku at fara til verka at gera dreymarnar til veruleika og sum hevur skapt óvanlig úrslit í farna árið.
Tá ið ársins íverksetari verður avdúkaður, verður tað endabresturin á einum hugkveikjandi íverksetaradegi, har kikarin eisini verður settur á eitt heimsmet og eina væleydnaða íverkseting.
Og so verður eisini spurt, hvat vinnulív kanna læra nakað av rokktónleiki.
Á íverksetaradegnum fer eisini nýggi doom metal bólkurin, Hamferð, ið vann Planet virðislønina sum ársins nýggi bólkur, at spæla.
Myndin er frá einum hugkveikjandi tiltaki hjá Íverksetarahúsinum í farnu viku, har ungir skúlanæmingar hittust. Her var rættiligt hugarok.