? Eg haldi ikki, at talan er um brot á nakrar rættarreglur og starvsfólkapolitikk, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Sostatt gongur hann beint ímóti mótmælunum frá Búskapar- og løgfrøðingafelagnum, Starvsmannafelagnum, Magistarafelagnum og Verkfrøðingafelagnum, sum harðliga hava átalað mannagongdina, nú ein fulltrúi er uppsagdur í Fiskimálaráðnum.
? Eg havi sjálvandi kekkað málið, nú tað kom fram, og eg síggi onga orsøk til at fara inn í málið, tí landsstýrismaðurin hevur brúkt almenna uppsagnarpolitikkin. Eg dugi ikki at síggja nøkur brot, sigur Anfinn Kallsberg, sum kortini viðgongur, at hann ikki hevur sæð hoyringsskrivið.
Hann fær ikki hildið seg til mótmælið frá fakfeløgunum, tí tey eru ikki ítøkilig, men hann vísir á, at uppsøgnin er gjørd í samráð við lønardeildina, sum situr við starvsfólkamálum, og tí hevur hann fult álit á, at alt er farið fram sambært lógum og reglum.
Fakfeløgini geva ábendingar um, at fulltrúin er gjørdur til syndabukk, tí Fiskimálaráðið er átalað av løgtingsins umboðsmanni. Løgmaður sigur, at hann ikki vil gera viðmerkingar til persónsmál, men vísir á, at uppsøgnin er grundað á niðurstøðuna hjá løgtingsins umboðsmanni.