Løgmaður undirskriva merkisverda semju

- Hetta er fyrstu ferð, at lond um okkara leiðir gera slíka semju, sigur Løgmaður

Millumlandasemja

- Hetta er ein merkisverd semja.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, eftir at hann seinnapartin í gjár skrivaði undir  fundarsemju um, hvussu landgrunnurin uttan fyri 200 fjórðingar norðan fyri Føroyar skal býtast ímillum Føroyar , Noreg og Ísland.
Løgmaður undirskrivaði avtaluna saman við Per Stig Møller, uttanríkisráðharra í Danmark, Valgerð Sverrisdóttur, uttanríkisráðharra í Íslandi og Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharra í Noregi. Semjan varð undirskrivað í New York, har tey øll eru stødd í sambandi við aðalfundin hjá ST.
- Semjan er merkisverd, tí hetta er fyrstu ferð, at lond um okkara leiðir gera slíka semju um landgrunsbýti uttan fyri 200 fjórðingar, sigur .
Hann sigur, at hetta fer at gera tað lættari hjá øllum trimum pørtum at gera ætlanir um, hvussu hesi havbotnsøki skulu gagnnýtast í framtíðini.
Hvønn beinleiðis týdning hetta kemur at fáa, er torført at siga nakað um enn.
- Men vit minnast, tá ið danir og norðmenn samráddust um norðsjónum og har danir vóru kanska í so gávumildir, tí teir mettu, at økið hevði onki virðið kortini. Tað angra teir kanska í dag, tí í tí partinum av Norðsjónum, sum teir góðvilliga góvu frá sær til norðmenn, eru stórar nøgdir av olju og gassi funnin síðani.
 
Ein avgreiðsluspurningur
Eftir havrættarsáttmálanum hjá ST eiga øll strandarríki rætt til landgrunn út á 200 fjórðingar. Summi lond kunnu tó kanna sær størri landgrunn, kunnu tey skjalprógva, at landgrunnur teirra veruliga røkkur út um 200 fjórðinga markið.
Hendan møguleika troyta Føroyar/Danmark í hesum føri.
Norðan fyri Føroyar kunnu - umframt Føroyar/Danmark - eisini Noreg og Ísland kanna sær landgrunn uttan fyri 200 fjórðingar. Væntanti kannar hvørt landið sær størri øki, enn hini kunnu loyva, og tí mugu tey seta markið sínámillum.
- Við semjuni, sum nú er undirskrivað, binda Føroyar/Danmark, Ísland og Noreg sær at krevja hvør sín ávísa part av hesum økinum, tí ið tey fara til ST við málinum.
Landgrunsnevndin hjá ST metir so um próvførslurnar og ásetir endaliga markið.
Men tá ið londini frammanundan eru samd, verður viðgerðin í ST bara mett at vera ein avgreiðsluspurningur, sigur Løgmaður.
Hann sigur, at nú londini hava gjørt eina avtalu, má málið sigast at vera endaliga avgreitt, hóast tað er ST, sum formliga avgerð málið.
- Men heldur landgrunsnevndin hjá ST, at onkur partur av hesum øki er ikki landgrunnur, má viðkomandi land sleppa hesum øki, sigur Løgmaður.
Hann sigur, at heldur nevndin, at eitt av londunum hevur ikki rætt til omanfyri nevndu víddir, verður parturin hjá hesum landi minkaður til tað, sum nevndin kann góðtaka, og avlopið verður lutað millum hini bæði londini.
Nú er eitt stórt økið í ein útsynning úr Føroyum, sum Ísland, Føroyar, Bretland og Írland gera krav uppá.
- Samráðingar eru um tað økið, men tað, at hendan semjan er fingin til vega, kann kveikja partarnar til eisini at finna semju um tað økið eisini, leggur Jóannes Eidesgaard afturat. 
 
111.500 ferkilometrar
Tann havbotnur, ið londini hava gjørt avtalu um, røkkur út á 350 fjórðingar úr Føroyum, Íslandi, Jan Mayen og Noregi. Øki er einar 111.500 ferkilometrar stórt og eftir avtaluni, fáa Føroyar 27.000 ferkilometrar, Íslandi fær 29.000 ferkilometrar og Noregi fær 55.500 ferkilometrar.