Nú Rigmor Dam hevur lagt frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum, fer løgmaður at útseta ætlanina at fáa ein óheftan løgfrøðing at kanna byggigøluna í sambandi við Glasir. Tað segði løgmaður við tíðindini á FM1 nú á miðdegi.
Hann hevði annars boðað frá, at Gølan á Glasi skuldi kannast út í æsir og tað vildi hann hava ein løgfrøðing at gera. Men í dag sigur hann, at nú Rigmor Dam hevur lagt frá sær, hevur tað ikki so stóran skund longur at gera eina kanning. Men hann sigur, at mál sum hetta eru av slíkum slagi, sum Landsgrannskoðarin tekur upp í síni regluligu frágreiðing síni, og løgmaður sigur, at fyri fyrst fer hann at bíða eftir tí. Niðurstøðan í teirri kanningini verður so avgerandi fyri, hvussu síðani farið verður fram.
Trýst annars á pílin og hoyr Aksel V. Johannesen greiða frá, hvat fer at henda, nú Rigmor Dam hevur lagt frá sær.










