-Er tað nakar løgtingslimur, ið javnan vísir vanvirðandi atburð og málburð mótvegis løgtinginum og løgtingslimum, so er tað Torbjørn Jacobsen, sigur Løgmaður. -Eg haldi tað vera sera ódámligt, at Torbjørn Jacobsen nýtir hesa hending at leggja løgmann undir líkt og ólíkt, eitt nú at løgmaður vanvirðir Løgting og fólkaræðisligu skipanina. Eg velji tó ikki at taka hesar ákærur fyri fult, tí er tað nakar løgtingslimur, ið javnan vísir vanvirðandi atburð og málburð mótvegis løgtinginum og løgtingslimum, so er tað Torbjørn Jacobsen, næstformaðurin í Tjóðveldi. Flestu tinglimir hava upplivað og merkt sviðan av rópunum, illsinnisglepsunum, ákærunum og lítið tespiligum persónlýsingunum og vendingunum, sum eru førdar fram av Torbirni Jacobsen av tingsins røðarapalli, sigur Kaj Leo Johannesen, Løgmaður.
Víðari sigur hann.
-Tá ið Torbjørn Jacobsen kennir seg at verða ein siðiligan dómara, yvir millum annað meg sum løgmann, trúgvi eg, at tinglimir eins og eg bert kunnu taka tað í spølni. Torbjørn Jacobsen nýtir Fólkatingið sum fyrimynd har siðvenja er, at ráðharrar altíð møta stundisliga at svara fyrispurningum. Eg kann ikki annað enn at geva honum rætt, at soleiðis eigur tað eisini at verða á Løgtingið. Men Torbjørn Jacobsen gloymir at greiða Føroya fólki frá, at um hann hevði nýtti sama málburð og atburð á Fólkatingi, sum hann nýtir á Løgtingsins røðarapalli, so hevði orðið verði tikið frá honum í stundini, sigur Kaj Leo Johannesen, Løgmaður, í aftursvari til Torbjørn Jacobsen. Løgmaður vísir eisin á, at hann er harmur um, at tað ikki eydnaðist at svara fyrispurninginum áðrenn tingfundurin varð lokin.