Seinastu vikurnar hava vit sæð, at løgmaður er vorðin meiri sjónligur í politikkinum. Áður hevur funnist at honum, at lítið hevur verið at sæð til hann, tá brotasjógvar hava skolað inn yvir samgonguna, men seinastu vikurnar hevur hann oftari staðið fram og úttalað seg alment, heldur Árni Gregersen, viðmerkjari, í Sosialinum.
Hann vísir á, at í trimum førum seinastu vikurnar, hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, mest sum tikið landsstýrisfólk av ræði á teirra málsøkjum.
Fyrsta dømi, sum hann vísir á, er ósemjan millum Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið. Kristina Háfoss ætlaði at geva fyritíðarpensjónistunum meiri at liva fyri, men tað vóru kommunurnar, sum skuldu bera kostnaðin. Hesum noktaðu tær fyri, og endin var, at løgmaður sjálvur fór á fund við Kommunufelagið at koysa málið.
- Á ein ella annan hátt fer løgmaður inn á málsøkið hjá landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum. Eitt sindur óvanligt, skrivar Árni Gregersen.
Næsta dømi er eykajáttanin til Landssjúkrahúsið. Her er tað Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum verður sett til síðis.
- Málið kom fyri á landsstýrisfundi og tá ið tað var avgreitt, var tað løgmaður, sum boðaði frá, at Landssjúkrahúsið fær pengar, so virksemi kann halda fram árið út... tað var løgmaður, sum fyrst og fremst bar almenninginum boðini, skrivar Árni Gregersen.
Triðja dømi eru harraboðini, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur fingið frá løgmanni.
- Landsstýriskvinnan við almannamálum tók tvey mál aftur á tingfundi í gjár. Ongin grundgeving fylgdi við, men tað vísir seg, at hetta eru mál, sum semja ikki er um í samgonguni, skrivar Árni Gregersen.
Ofta hevur brotið um bæði borð, tá stórmál hjá hesi samgonguni hava verið til viðgerðar, men higartil hevur løgmaður megnað at halda kósini, og tá atkvøðast skal, hava øll 17 atkvøtt fyri. Spurningurin er, um hann fer at megnað hetta, nú valfepurin fer at hækka, spyr Árni Gregersen.
Øll greiningin hjá politiska viðmerkjaranum er at síggja í Sosialinum, sum bleiv borin í hvørt heim mikudagin.