- Tað samanhaldið, sum eg upplivdi kreppuárini, og sum framvegis eyðkennir okkara samfelag, er í dag undir trýsti kring heimin.
Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í nýggjársrøðuni.
Hann vísti á krøvini um at steðga globaliseringini, at steðga samhandlinum millum lond og at steðga tilflytingini runga í fleiri londum. Hann nevndi eisini, at bretar tóku seg úr ES, at Donald Trump vil strika fleiri handilsavtalur, og at forsetavalið í Fraklandi í vár er ein lagnustund fyri evropeiska samstarvið.
- Tað er ov lætt at skíra hetta rákið sum populismu. Vit mugu taka rákið í álvara og spyrja, hví so mong menniskju í vesturheiminum eru ónøgd. Eg haldi, at stóri ójavnin er ein høvuðsorsøk til stóru ónøgdina. Gjáirnar breiðkast millum rík og fátæk. Millum stórbýin og útjaðaran. Millum tey, sum vinna av globaliseringini, og tey, sum rinda prísin. Úrslitið er, at tann savnandi megin viknar, og londini detta sundur, segði Aksel V. Johannesen.
- Ráðaleysar familjur kenna ótryggleikan á egnan kropp, tá ið arbeiðspláss hvørva, og tá ið nýggj, bílig arbeiðsmegi tekur teirra arbeiði. Fer vøksturin bara til teirra, sum longu hava, elvir tað til eitt mótrák. Sjálvandi. Tá ið nógv merkja, at teirra møguleikar fækka, verður okkara felagsskapur hóttur, og óttin fær fastatøkur.
Løgmaður vísti á, at málið um tilflyting klývur nógv lond. Hann segði, at í fleiri førum er integratiónin miseydnað, og nógv kenna seg uttanfyri felagsskapin.
- Og óttin veksur, tá ið yvirgangurin rakar fullkomiliga verjuleys fólk eitt stuttligt summarkvøld við strondina í Nice ella eitt hugnaligt vetrarkvøld á einum jólamarknaði í Berlin, segði Aksel V. Johannesen.
- Flóttafólkakreppan setir okkum í Evropa í eina moralska tvístøðu. Vit vilja hjálpa menniskjum í neyð, og samstundis verja og varðveita okkara tryggu og frælsu lond. Henda tvístøðan verður avgerandi fyri evropeiska samstarvið frameftir.
Løgmaður heldur, at óttin og ónøgdin í Evropa eru eisini viðkomandi fyri føroyingar.
- Hon fær meg at hugsa um, hvussu vit kunnu varðveita og styrkja okkara ríka og frælsa samfelag. Samanhald er avgerandi – men eingin sjálvfylgja. Samanhaldið er treytað av viljanum til at geva sítt íkast. Fánar hesin viljin, fáa vit eitt samfelag, har fólk krevja meira og meira, men vilja lata minni og minni. Øll mugu og skulu gera tað, tey megna. Bæði fyri seg sjálvan og fyri felagsskapin, segði løgmaður og rundaði hendan partin av røðuni av við einum gomlum javnaðarslagorði: »Ger tína skyldu og krev síðan tín rætt«.