Løgmaður stendur veikur í gøluni um skrivstovuna

Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, heldur ikki, at løgmaður kundi leggja hald á skrivstovuna hjá Høgna Hoydal frá degi til dags. Hann var við at smíða stýrisskipanina og hann heldur, at løgmaður stendur á veikari grund.

Tað vóru tríggir løgfrøðingar, sum á sinni gjørdu stýrisskipanarlógina og áður hava tveir av teimum sagt sína hugsan um tiltikna skrivstovumálið í Tinganesi, sum fekk bikarið hjá løgmanni at flóta yvir, so at hann tveitti Tjóðveldið úr samgonguni.

Anfinn V. Hansen heldur, at løgmaður fór út um sínar heimildir. Hinvegin heldur Sjúrður Rasmussen, sum eisini er løgfrøðiligur ráðgevari hjá løgmanni, at løgmaður hevur allan rættin á sínari síðu. Bæði uppritini liggja longur niðri á Portalinum.

Av tí, at teir báðir eru grundleggjandi ósamdir, hava vit eisini spurt triðja løgfrøðingin, sum smíðaði stýrisskipanina, Bjørn á Heygum, um hansara áskoðan á málið.

- Brennandi spurningurin í hesum føri er, hvar heimildin hjá løgmanni at umsita ognirnar í Tinganesi, liggur.

Bjørn á Heygum sigur, at av forvitni hevur hann leitað í málsøkjabýtinum ímillum landsstýrisfólkini, men hann hevur onki funnið, sum gevur løgmanni heimild at ráða yvir ognunum í Tinganesi.

- Finst ongin beinleiðis áseting um, at løgmaður hevur ábyrgdina av ognunum í Tinganesi og ræður yvir teimum, haldi eg, at hann hevur ein trupulleiki.

- Kann løgmaður ikki prógva at hann hevur eina serstaka heimild at ráða yvir ognunum í Tinganesi, hevur hann ikki heimild at gera tað, hann hevur gjørt.

Bjørn á Heygum heldur, at uppritið frá løgfrøðinginum hjá løgmanni og sum gevur løgmanni allan rættin, tykist eitt sindur tilgjørt.

- Skal tað bera til, at ein landsstýrismaður kann verða tveittur úr sínum høli frá degi til dags, tí at løgmaður brádliga fær brúk fyri hølunum, virkar sum ein ógvuliga víttgangandi tulking av heimildunum hjá løgmanni.

- Tað er ongin greið tilskiling í málsøkjabýtinum, at løgmaður varðar av ognunum í Tinganesi og fyrrenn tað er gjørt, kann løgmaður ikki bara uttan víðari geva sær sjálvum hetta málsøki at umsita.

Men nú sigur ráðgevarin hjá løgmanni, at tað eru so nógv málsøki, at tað er vónleys at nevna øll, men at siðvenja og tulkingar geva løgmanni ognirnar í Tinganesi at umsita.

- Spurningurin er um hendan tulking og henda siðvenjan bara snýr seg um Tinganesi ella snýr hon seg um allar ognirnar hjá landinum. Tulkingin hjá ráðgevaranum hjá løgmanni tykist nakað víttgangandi, hóast ongin kanska hevur hugsað um at áseta beinleiðis, hvør varðar av ognunum í Tinganesi.

- Skal tulkingin hjá ráðgevaranum hjá løgmanni verða galdandi, er tað ein spurningur um ikki bæði vinnumálaráðið, fíggjarmálaráðið, mentamálaráðið, tilfeingismálaráðið og almanna-og heilsumálaráðið, ikki kunnu verða tveitt á dyr frá degi til dags.

Tá ið samgongan varð skipað, gjørdi Høgni Hoydal og løgmaður ein skrivliga avtalu um, hvussu høli og starvsfólk í Tinganesi skulu býtast ímillum uttanríkisráðið og løgmálaráðið.

Ráðgevarin hjá løgmanni staðfestir, at talan einans er um eitt ætlanarskriv og ikki um eina formliga avtalu, sum er løgfrøðiliga bindandi.

Her er Bjørn á Heygum slett ikki samdur.

- Tað er í øllum førum ikki eitt ætlanarskriv. Tað stendur beinleiðis, at talan er um eina semju.

- Og tá ið talan er um eina semju, má hon sigast upp, áðrenn nøkur stig verða tikin, tí avtalan er í gildi, til hon er søgd upp. Men í hesum føri varð hald lagt á skrivstovuna, sm avtalan segði, at uttanríkisráðið hevði rætt til, áðrenn avtalan varð søgd upp og tað ber ikki til, sama hvørja heimild, løgmaður annars hevur.

- Tað er ongin ivi um, at semjan er galdandi til hon formliga er sett úr gildi og í øllum førum kann hon ikki sigast upp frá degi til dags. Talan má vera um eina hóskandi freist, so at uttanríkisráðið fær stundir til at flyta úr skrivstovuni við sínum fólkum og sínum skjølum, sigur Bjørn á Heygum.