Løgmaður stórridari í Íslandi

Áðrenn sendistovan í Reykjavík lat upp leygardagin var løgmaður á gátt hjá íslendska forsetanum, har hann varð heiðrarð við stórriddarakrossinum

Heiður

 

Tað var íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, sum sjálvur hongdi stórriddarakrossin um hálsin á løgmanni, sum hann segði var ein viðurkenning fyri arbeiðið hjá løgmanni at menna samvinnuna millum íslendingar og føroyingar.

Íslendski forsetin vísti í hesum sambandi á, at føroyingar lótu sendistovu upp í Reykjavík leygardagin. Forsetin segði seg vænta, at sendistovan fer at geva uppaftur størri møguleikar fyri øktum og fjølbroyttum samstarvi millum londini bæði.

Jóannes Eidesgaard, sum tvær ferðir hevur sagt nei takk til danska Riddarakrossin, er kortini fegin um at hava fingið íslendska Stórriddarakrossin.

Tað er siðvenja hjá javnaðarfólki ikki at taka ímóti heiðursmerkjum, men løgmaður valdi kortini at taka ímóti íslendska krossinum. Hann vísir á, at hesin ikki verður latin fyri eina støðu í føroyska samfelagnum, men fyri eitt avrik, ið løgmaður tilskrivar føroyska fólkinum.