Løgmaður spilti kjansin

- Fundurin í Arktiska Ráðnum var møguleikin at fáa ES og eisni Norra aftur til samráðingarborðið fyri at finna eina skilagóða loysn á trætuni um makrel- og sildafiskiskapin.

Tað sigur Edmund Joensen í kjalarvørrinum á ráðharrafundinum í Kiruna í Svøríki. Fólkatingsmaðurin samanber føroysku støðuna við støðuna hjá inuittunum í Nunavut í Kanada, sum eru hóttir av boykotti frá ES.

ES hevur sett bann fyri innflutningi av kópavørum úr Kanada, sum eru tilverugrundarlagið hjá inuittunum. Men nú ES vil hava eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum, hava inuittarnir umvegis kanadisku stjórnina kravt, at ES skal taka burtur innflutningsbannið, áðrenn samveldið fær eygleiðarastatus í Arktiska Ráðnum.

- Og tí hevur ES, við kommisserinum Mariu Damanaki á odda, nú eftir øllum at døma boygt seg fyri, tí samráðingar um at taka av ES-boykottið eru longu byrjaðar, sigur Edmund Joensen.

Fólkatingsmaðurin heldur, at Kaj Leo Holm Johannesen átti at brúkt sama amboð, nú hann var á fundi í Arktiska Ráðnum.

- Men løgmaður forspilti sær møguleikan at steðga komandi ES-revsitiltøkunum, sigur Edmund Joensen: