Løgmaður skal seta Jacob Vestergaard upp á pláss

Javnaðarrflokkurin góðtekur ikki, at landsstýrismenn koyra solo við privatum útmeldingum, soleiðis sum Jacob Vestergaard hevur gjørt um fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni Fyri nøkrum døgum síðani staðfesti Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at fiskivinnupolitikkurin er snaraður 180 stig, síðani Fólkaflokkurin yvirtók fiskimálaráðið.

-Fiskidagabankin, sum var eitt aðalmál í síðstu samgongu, kemur ikki upp á tal. Vinnan skal sjálv stýra handlinum við fiskiloyvum, staðfesti Jacob Vestergaard sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum.

Orðini fullu ikki í góða jørð hjá Javnaðarflokkinum og Katrin Dahl Jakobsen, sum er forkvinna í vinnunevndini og talskvinna Javnaðarfloksins í fiskivinnumálum, vil hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum settan upp á pláss.

Málið varð umrøtt í lítlusamgongu í gjár.

-Har gjørdi Javnaðarflokkurin gjørdi púra greitt, at flokkurin ikki finnur seg í, at landsstýrisfólk fara út og koyra solo við sínum privatu útmeldingum, sigur Katrin Dahl Jakobsen við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Hon leggur afturat, at mánadagin tekur løgmaður úttalilsini upp í samgonguni sum eitt ?disipliner-mál?.

- Tað er rættiliga álvarsligt, at Jacob Vestergaard meldar út við nøkrum, sum er beint ímóti tí, sum vit eru samd um í samgonguskjalinum, tí tann semjan er eitt beinleiðis framhald av tí, vit søgdu í CHE-samgonguskjalinum, sigur Katrin Dahl Jakobsen.