Løgmaður sær fyrimunir við samanleggingum

Anfinn Kallsberg heldur, at tað kann vera ein fyrimunur hjá kommunum at vera saman í størri eindum. Henda samanlegging eigur tó ikki at vera framd við lóg, men kommunurnar skulu sjálvar taka stigið, heldur løgmaður

 

Kommunur leggja saman. Fyrsta var tað Kollafjørður, sum legði saman við Tórshavn, og nú stendur tann næsta samanleggingin fyri durum. Tað eru Skála og Runavíkar kommuna, sum sláa pjøkarnar saman, um fólkið tekur undir við hesi ætlan á fólkaatkvøðu mánadagin og týsdagin.

Løgmaður Anfinn Kallsberg er eisini landsstýrismaður við kommunumálum, og hann sær ávísar fyrimunir við samanlegging í størri eindir.


Greitt uppgávubýti

Tað liggur í kortunum hjá sitandi samgongu, at kommunurnar fáa alt fleiri mál at umsita. Barnaansingin er longu løgd út og er ikki longur ein landsuppgáva, og næsta málið verður eldraøkið, sum kommunurnar eisini skulu taka sær av.

? Vit tosa um at leggja nakrar uppgávur út til kommunurnar, og tað krevur nakrar umsitingarligar eindir, sum eru førar fyri at umsita hesar ymsu uppgávurnar, sigur løgmaður, sum ikki krevur, at kommunur leggja saman, men krevur hinvegin eitt kommunalt samstarv.

Hann sær fyri sær eitt økt samstarv millum kommunur, sum kann enda við samanleggingum.

Anfinn Kallsberg heldur, at ógreiða uppgávubýtið millum land og kommunur skal burtur, og tí er neyðugt at kommunur samstarva sínámillum fyri at megna hesar uppgávur.


Sjálvboðin samanlegging

Undanfarnir landsstýrismenn hava tosað um at noyða kommunurnar saman í størri eindir, og hetta skuldi gerast við lóg. Hesum tekur løgmaður tó ikki undir við.

? Eg eri ímóti at tvinga kommunur at leggja saman við lóg. Tær skulu sjálvar sleppa at gera av, hvussu tær skipa seg, sigur Anfinn Kallsberg.

Løgmaður hevur lagt eina lóg fyri tingið, sum skal gera tað lættari hjá kommunum at leggja saman. Henda lógin er samtykt og er samstundis ein viðurkenning av, at rákið er fyri samanleggingum í løtuni.

? Vit hava gjørt eina lóg fyri samanleggingum, og tað er ein viðurkenning av, at hesin møguleikin skal vera tøkur. Vit hava roynt við hesi lógini at skipa tað soleiðis, at eingir leysir endar eru í sambandi við samanleggingar.

Lógin gevur kommunum teir neyðugu lógarkarmarnar at arbeiða eftir, tá talan er um samanlegging. Hon ásetir tað fíggjarliga býtið, og hvussu annars farast skal fram.

Tá lógin fyri samanleggingum varð gjørd, legði løgmaður upp til eitt býti í størri eindir. Hetta býtið varð tó strikað í Løgtinginum, so at ongar eindir beinleiðis eru nevndar í lógini, men í viðmerkingunum til lógina eru hesar eindir nevndar.

Hann leggur tó dent á, at samanleggingar ikki skulu fara út um landafrøðiliga økið, har kommunurnar liggja. So at t.d. Sjóvar kommuna kann ikki leggja saman við høvuðsstaðnum.


Nærdemokrati

Løgmaður leggur tó dent á, at nærdemokratiið skal ikki undirmetast. Jú nærri borgaranum uppgávan verður loyst, tess betri tænastu kann hann vænta sær.

Hinvegin verða fleiri uppgávur í dag loystar í høvuðsstaðnum av miðfyrisitingini, sum ætlanin er at leggja út til kommunurnar. Samanleggingar kunnu føra til, at uppgávur verða loystar nærri borgaranum, tí kommunurnar tá eru betri førar fyri at átaka sær tær uppgávur, landið fer at leggja út.

? Úrslitið av eini samanlegging er ógvuliga nógv tengt at teimum persónum, sum stýra sameindum kommunum, og hvussu teir leggja samstarvið til rættis.