Løgmaður roynir turkaða fiskaskræðu - Rás2 kl. 16

-Føroyska matstovuvinnan hevur tað ikki gott. Umstøðurnar at reka matstovu eru munandi verri enn í okkara grannalondum. Her má venda koma í Føroyar eiga eina matmentan sum fáur annar. Við nýhugsan á hesum øki kunnu vit menna ferðavinnuna og kanska eisini skapa ein útflutning greiddu Leif Sørensen og Mortan í Hamrabyrgi løgmanni og mentamálaráðharra frá undir einum døgurða á Gourmet undan jólum. Løgmaður fekk turkaða fiskaskræðu og ræstfiskasúpan. Vinnurásin á Rás2 í dag kl. 16

Í desember mánaði beyð forvitnisliga og spennandi Gourmet matstovan í Havn Kaj Leo Johannessen, løgmanni, Helenu Dam á Neystabø, mentamálaráðharra, Sigmund Isfeld frá Uttanríkisráðnum og Jóan Paula Joensen, rektara á Fróðskaparssetrinum til ein serstakan føroyskan døgurða, har m.a. turkað fiskaskræða og ræstfiskasúpan og mangt annað serføroyskt var á matarskránni. Tey skuldu royna tann nýggja føroyska køkin, sum hann eisini verður nevndur.

Tað vóru so teir báðir, Leif Sørensen, matstovueigari og kokkur og Mortan í Hamrabyrgi, mat- og vínserfrøðingur og ritstjóri á Gramsblaðnum hjá Sosialinum, sum vóru vertir fyri hesum góða selskapi, hvørs endamál var at vísa á týdningin, sum ein føroysk matstovuvinna kann hava fyri ikki minst ferðavinnuna. Altjóða hagtøl vísa nevniliga, at 80% av tí man leggur eftir seg í ferðavinnuni er matur. Sosialurin og Rás2 vóru eisini við til henda serstaka og serføroyska løgmansdøgurðan á Gourmet, har borðreitt varð við øðrvísi føroyskum mati enn vit vanliga eru von við og har eisini vínið varð avloyst av ymsum sjerrisløgum, sum vínserfrøðingurin hevur havt heim aftur við sær úr Andalusia. Ræst og sjerri er nevniliga ein kærkomin samanseting. Lesið eisini Vinnan í Sosialinum týsdag.