Løgmaður roynir ikki at fjala nakað

- Ja, so havi eg gyltan møguleika at leggja tað fram, sigur løgmaður um roknskapirnar fyri KRK Holding, Farex og Trans-Farex, sum eru feløg, ið hann hevur varðað av. Sosialurin fær ikki roknskapirnar útflýggjaðar

Uni Holm Johannesen

- Tað sigur seg sjálvt. Feløgini fóru á húsagang, tí tey svaraðu ikki hvørjum sítt. Tað er ikki revsivert. Eg standi fast við, at eg skyldi ikki tí almenna eina krónu. Eg vænti, at TAKS ger vart við seg, um nakað óregluligt er farið fram.

Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í viðtalu við Rás2. Hann heldur, at Sosialurin villeiðir í blaðgrein mánadagin, har skuldin hjá sínum feløgum verður tikin úr roknskapinum, uttan at ognin verður sett á prent. Løgmaður sammetir hetta við, at Sosialurin fer at kanna skuldina hjá Bakkafrost, og ikki vísa á eginognina.

Sosialurin hevur seinastu dagarnar kannað roknskaparligu viðurskiftini í gomlum feløgum hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni. Blaðið kunngjørdi fríggjadagin, at ein av búroknskapunum vísir, at eitt av feløgunum, Sisero, hevur millum annað páført TAKS eitt tap upp á 200.000 krónur. Samlaða tapið, sum er páført øðrum, er um hálvaaðru millión krónur.

Tað er í kjalarvørrinum av, at løgmaður hevur sagt, at eingin hevur mist nakað av nøkrum av sínum feløgum, at blaðið fór undir at kanna hesi viðurskiftini.

- Eg eri ikki rætt endurgivin, og blaðstjórin Eirikur Lindenskov villleiðir. Eg havi og fari ongantíð at siga ósatt um nøkur viðurskifti, og eg havi ikki roynt at krógva nøkur roknskaparlig viðurskifti. Eg havi ongantíð sagt við Eirik Lindenskov, at eingin hevur mist nakað av mínum feløgum, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.

Hevur ikki kreditorlista
Kaj Leo Johannesen vísir á ein fund, sum hann og blaðstjórin á Sosialinum hava havt, har hann heitti á blaðstjóran at bera alment fram upplýsingarnar um síni feløg. Løgmaður hevur einki at krógva, og tølini fyri hini feløgini, løgmaður hevur varðað av, kunnu fegin koma fram í ljósið, um tað stendur til hansara.

Sosialurin hevur roynt at fingið hendur í roknskapinum fyri KRK Holding, Farex ella Trans-Farex, men TAKS vil ikki útflýggjað tilfar av slíkum slag.

- Ja, so havi eg gyltan møguleika at leggja tað fram, sigur løgmaður.

Spurdur, um TAKS ikki hevur mist eina krónu av KRK Holding, Farex ella Trans-Farex Invest, svarar løgmaður:

- Har má tú hava kreditorlistar, og mær vitandi hevur TAKS ikki mist. Eg havi onga orsøk at krógva upplýsingar. Tað eru sorgarsøgur, tá feløg fara á húsagang, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.

KRK Holding er felagið, sum Kaj Leo Johannesen átti saman við Róa Egholm og Kára Danielsen. Felagið var holding-felagið hjá øðrum feløgum sum Farex, ið útflutti fisk, men koyrdi við stórum undirskoti seinastu tvey roknskaparárini. Felagið varð endaliga strikað í mai 2009. Felagið hevði 7,3 milliónir krónur í eginpeningi í 2006, men árið eftir, í 2007, var eginognin -4,1 milliónir krónur. Felagið er farið undir tvingsilsavtøku.

- Tit á Sosialinum vita eisini, hvussu strævið tað er at virka við ringum rakstri nøkur ár, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, við Rás2.