? Royndir vísa, at uttanlandsnevndin ikki er nakað Mekka fyri stórt demokrati, og tí kann als ikki væntast, at tann breiða semjan, løgmaður tosar um, verður funnin í uttanlandsnevndini.
Jóannes Eidesgaard er ikki sørt argur inn á boðini frá løgmanni á forsíðuni á Dagblaðnum mánadagin. Løgmaður sigur við Dagblaðið, at landsstýrið fer at koma við einum uppskoti til samráðingargrundarlag við donsku stjórnina einaferð seint í hesum mánaðanum. Sagt verður, at væntast kann, at uppskotið hjá landsstýrinum fer at liggja tætt upp at tí, sum stendur í samgonguskjalinum um fullveldi.
Einki verður sagt um nakra samráðingarrundu við andstøðuflokkarnar áðrenn farið verður í uttanlandsnevndina við málinum, men hinvegin verður nevnt, at væntast kann, at telvingin verður drúgv í uttanlandsnevndini við teir flokkarnar, ið ynskja at varðveita ríkisfelagsskapin. Ætlanin er nevniliga, at landsstýrið skal orða eitt liðugt samráðingarupplegg, sum síðani fer í uttanlandsnevndina til viðgerðar.
Drigin upp á tráð
Jóannes Eidesgaard heldur, at hetta gevur greiðar ábendingar um, at løgmaður, sum tann góði taktikarin, hann er, hevur drigið Javnaðarflokkin upp á tráð, tá hann hevur tosað um týdningin av at fáa eina breiða semju um ríkisrættarliga spurningin, har Javnaðarflokkurin er við.
? Míni ráð til løgmans, um hann meinar nakað við tosinum um breiða semju, eru, at hann kallar andstøðuflokkarnar saman til eina samráðingarrundu áðrenn nakað samráðingarupplegg verður beint í uttanlandsnevndina. Ger hann ikki tað, eri eg bangin fyri, at hann aldri hevur meint nakað við øllum tosinum um eina breiða semju.
Jóannes Eidesgaard væntar nevniliga, at um samráðingaruppleggið verður beint í uttanlandsnevndina uttan nakra samráðingarrundu millum landsstýrið og andstøðuflokkarnar, so verður fullveldismálið trumfað í gjøgnum, uttan at Javnaðarflokkurin ella nakar annar flokkur sleppur at hava nakra ávirkan.
? Uttanlandsnevndin er nevniliga als ikki nakað Mekka fyri stórum fólkaræði. Gott prógv um hetta sást, tá eg á sinni varð koyrdur frá sum formaður nevndarinnar, bert tí at eg politiskt var atfinningarsamur móti fullveldisætlanini, sigur Jóannes Eidesgaard.
Landsstýrið fulla heimild
Verður ein breið semja veruleiki, so er spurningurin, um Javnaðarflokkurin fer at kenna seg tryggan við at lata samgonguna fara til Danmarkar at samráðast um ríkisrættarligu støðuna meðan Javnaðarflokkurin situr eftir í Føroyum.
Men Jóannes Eidesgaard sigur, at hann fult og heilt virðir rættin hjá landsstýrinum at fara til Danmarkar at samráðast um ríkisrættarligu støðuna, og hann fer als ikki at krevja, at Javnaðarflokkurin sleppur við til samráðingarnar.
? Tað, sum Javnaðarflokkurin ynskir, er, at vit fáa okkara ávirkan á, hvussu samráðingaruppleggið, samráðast skal út frá, skal síggja út. Hetta kemur jú at hava nóg stóra ávirkan á samráðingarnar, tí tað avgerð jú, hvat samráðst verður um. Tískil fara vit ikki at krevja at sleppa við til samráðingarnar, um vit sleppa at vera við at gera samráðingaruppleggið.
Allar treytir uppfyltar
Jóannes Eidesgaard stendur fast við, at Javnaðarflokkurin ikki góðtekur eitt samráðingarupplegg, ið hevur til endamáls at fáa Føroyar úr danska ríkinum. Hann er sannførdur um, at tað væl ber til hjá løgtinginum at fáa fullar heimildir undir eini skipan innan fyri ríkisfelagsskapin. Hann er somuleiðs sannførdur um, at ein slík skipan kann uppfylla øll tey krøv, ið Tjóðveldisflokkurin setir sum grundgeving fyri at fáa fullveldi.
Harafturat er Jóannes Eidesgaard sannførdur um, at Føroyar hava nógv fleiri møguleikar í ríkisfelagskapi við Danmark, um vit fáa eina skipan við víðkaðum sjálvstýri, heldur enn fullveldi. Og tá vit spyrja hann, um hann meinar við fíggjarligar møguleikar, svarar hann, at talan als ikki bert er um pengar, men um nógvar ymiskar fyrimunir.
Takið fullveldi sum menn!
Bæði Høgni Hoydal og Anfinn Kalsberg hava víst á, at tá Føroyar fáa fullveldi, fer at bera til at hava eitt samstarv við Danmark, ið er betri enn tað, vit nú hava.
? Tað nyttar einki at loysa frá Danmark og síðani at leggja seg á knæ og biðja um sersømdir. Skulu hasir menninir hava fullveldi, haldi eg, at teir eiga at taka tað sum menn, sigur formaður Javnaðarfloksins.