Løgmaður rennur ikki undan

Hann er harmur um at tað er farið at ljóða sum um at hann ikki vil hava fund við ein bólk av kvinnum um at fáa meiri javnstøðu á tingi

- Vilja kvinnurnar fáa fund við meg, skal tað ikki standa á.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, leggur dent á, at hann hevur onki ímóti at tosa um møguleikarnar fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk.

Seinastu tíðina hevur ein bólkur av kvinnum roynt at fáa fund í lag við løgmann um at broyta vallógina, so at tað verður lættari at fáa kvinnur á ting.

Men tvær ferðir hevur løgmaður avlýst fundin og tað hevur fingið umboð fyri kvinnubólkin at rógva framundir, at løgmaður er ikki serliga sinnaður at tosa við tær um málið.

- Tað harmar meg at tað er farið at ljóða sum um, at eg renni undan fundinum, sigur løgmaður.

- Eg havi aldrin í lívinum borið meg undan at hitta fólk á fundi, men í hesum føri havi eg rætt og slætt verið so upphongdur, at tað hevur ikki borið til, leggur hann afturat.

Hann vísir á, at hetta var um tað mundi, at tað leikaði allar harðast á í samgonguni at finna semju um fíggjarlógina og hann heldur, at tað vildi verið ábyrgdarleyst at farið frá teimum tingingunum, tí tað kundi sett samgonguna í vanda, sum løgmaður hevur evstu ábyrgdina av.

- Men kvinnubólkurin skal nokk fáa sín fund við løgmann. Seta tær seg ikki í samband við meg, skal løgmansskrivstovan nokk seta seg í samband við tær við eini nýggjari fundartíð, sigur løgmaður.


Løgmaður ivasamur

Jóannes Eidesgaard sigur, at hann er sjálvandi sinnaður at lurta eftir tí, sum kvinnubólkurin hevur at føra fram og so at arbeiða víðari hagani frá.

Sjálvur hevur løgmaður eisini onkrar spurningar til kvinnubólkin um málið.

Men í útgangsstøðinum er hann ivasamur um tað, at broyta vallógina, er rætti máti at fáa fleiri kvinnur á ting upp á.

Hann heldur, at tað er ikki bara ein fyrimunur at broyta vallógina, soleiðis sum kvinnurnar vilja tað, tí atkvøðurnar kunnu eisini fella so, at tað fer at forða kvinnum at koma á ting.

Tað kann henda, vissi ein mannfólkalisti fær so nógvar atkvøður, at hann fer við øllum tingumboðunum.

- Heldur enn at broyta vallógina, haldi eg, at flokkarnir hvør sær, eiga at syrgja fyri at fáa javnstøðu á vallistunum og at føra kvinnurnar fram í politiska arbeiðnum.

Hann heldur eisini, at hetta er nakað, sum teir ymisku flokkarnir hugsa um.

Sjálvur ivist løgmaður ikki í, at hetta er seinasta landsstýrið, sum bara er mannað við monnum, tí tað krevur tíðarandin.