Í dag er fríggjadagur 13. februar. Løgmaður tók við fríggjadag, men hetta nervar hann ikki. Sosialurin hevur gjørt eitt sindur burturúr hesum degi
Hóast Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er skipsførari, so hugsar hann ikki um, at hann legði frá landi við samgonguni ein fríggjadag.
- Eg byrji túr, hvønn dag tað skal vera, sigur løgmaður, sum leggur dent á, at hann ikki á nakran hátt hevur pátrúgv. Heldur ikki tá hann fekst við ítrótt, var pátrúgvin nakað hann hugsaði um, hóast honum best dámdi at skifta í einum ávísum stað í umklæðingarrúminum.
Kaj Leo Johannesen gjørdist løgmaður fríggjadagin 26. septembur 2008
Nógv meira um fríggjadag 13. í blaðnum í dag.
Har tað millum annað ber til at lesa um, hví Vesturheimurin hevur havt hesa pátrúgv, at Jacob Jónsson, hondbóltsvenjari, altíð nýtir tvey pør av hosum til hondbólt, umframt aðrar søgur um pátrúgv.