Løgmaður og landsstýriskvinna lesa jólasøgur fyri børnum

Nú í jólamánaðinum bjóðar Kunningarstovan á Vaglinum í Havn børnum inn á gólvið at lurta eftir jólasøgum.

Leygardagin var tað Jógvan Arge, býráðslimur, sum segði frá spennandi og hugnaligum jólasøgum fyri børnunum, ið vóru komin inn á gólvið hendan dagin.

- Tey sótu so fitt og góð og lurtaðu í hugnaligu stovuni, har tað er pyntað til jóla og hugnað um við føroyskum seyðaskinni og grønlendskum reinsdjóraskinni.

Hetta tiltakið verður aftur hesar næstu leygardagarnar.

Nú leygardagin 10. desembur klokkan 15.30, verður tað Annika Olsen, landsstýriskvinna, ið fer at lesa søgur, og leygardagin 17. desembur klokkan 13.30 verður tað Kaj Leo

Johannesen, løgmaður, sum fer at lesa onkra góða jólasøgu.

Og tað eru øll hjartaliga vælkomin, sigur Kunningarstovan.