Tórshavn 26. mai 2004
Vegna TjóðveldisflokkinHøgni Hoydal
Vegna MiðflokkinJenis av Rana
Løgmaður hevur alment borið fram tey tíðindi, at nýggja landsstýrið hevur spart 10% í miðfyrisitingini í mun til undanfarna landsstýrið.
Tað kann skjalprógvast, at hetta er ósatt. Í fyrsta lagi hevur landsstýrið bert útsett eina íløgu í telduskipan til heilsuverkið til næsta ár. Í øðrum lagi, hevur Løgtingið gjørt sparingar í fyrisitingini, sum landsstýrið ikki hevði skotið upp.
Allastaðni í heiminum er tað eitt álvarsmál um ein stjórnarleiðari sigur ósatt fyri almenninginum. Og tað er sera álvarsligt, at løgmaður ber fram hesi ósannindi til tess at lasta undanfarna landsstýri og at pynta seg við læntum fjaðrum.
Tað kann rætt og slætt ikki góðtakast, at løgmaður ber fram ósannar upplýsingar til almenningin.
Sum andstøðuflokkar er tað okkara uppgáva at fáa lýst hetta mál, og tí vilja vit hervið heita á løgmann um alment at greiða frá, hví hann hevur sagt ósatt í hesum máli.