Løgmaður lovar fólkaatkvøðu um loysing

Tíðindaskriv frá Landsnevnd Unga Tjóðveldisins

Hesi vóru orðini hjá løgmanni á sjónbandsupptøku, ið var víst í sambandi við almannakunngeringina av konseptinum Support Faroese Indepence (SFI)15. mai 2009 í Reinsaríum í Havn. Lyftið hjá løgmanni var, at um vit megnaðu at útvega 50.000 undirskriftir, so skuldi hann útskriva fólkaatkvøðu um loysing (ella samband). Herferðin at savna undirskriftir er byrjað!

Unga Tjóðveldið saman við Peturi Pólson skapti hetta konsept fyri at menna kjakið um loysing til at vera viðkomandi fyri hvørt einstakt menniskja, sum býr í Føroyum. Hugskotið handan SFI er, at eingin einstaklingur ella tjóð skal geva seg undir nakran hægri myndugleika, men heldur søkja frælsi - bæði mentalt og praktiskt.

Kjakið um frælsi hevur ongantíð verið so viðkomandi sum nú, vit sita við einum málleysum løgmanni og einari visjónsleysari samgongu. Eisini hevur fíggjarkreppan víst okkum, hvussu lítið hitt einstaka menniskjað er vert, og hvussu bankaverðin sær okkum sum neyt, ið skulu brúkast fyri at skapa profitt. Tað er umráðandi í einum tílikum altjóða og heimligum politiskum anda at minnast frælsi hins einstaka.

Slagorðið hjá SFI er “alter the states of the mind”. Hetta skal skiljast, sum at vit skulu broyta sinnisstøðu okkara og sleppa okkum av við trælalyndið, men samstundis eisini, at vit skulu broyta okkara støðu til, hvørjar tjóðir (ella hvørjir “statir”) eru til. Hetta orðaspæl lýsir best okkara ríkisrættarligu støðu, sum er ein samantvinning av trælyndi hins einstaka og tjóðarloysi lands okkara.

Í sambandi við SFI hevur Unga Tjóðveldið saman við Peturi Pólson ferðast runt landið og hildið SFI tiltøk. Á hesum tiltøkum hava røður, kjak og tónleikur verið á skránni. Vit hava verið í Gøtu, á Giljanesi, á Tvøroyri og í Klaksvík. Nú ætla vit so at hava tað størsta SFI tiltakið í Tórshavn. Hetta eitur SFI Tórshavn og verður í Perluni fríggjakvøldið 4. des. kl. 20.
Á skránni verður tónleikur við Tróndi Enni og Onion Tree og røður frá Bergtóru Høgnadóttur Joensen, tinglimi, Peturi Pólson, listamanni og Bjarna Husgaard Niclasen úr Unga Tjóðveldinum.