Kári á Rógvi, løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins
----------
Seinastu vikurnar er nógv hent í føroyskum stjórnmálum. Løgtingið er vorðið veruliga umboðandi og tekur støður ið avspegla fólksins fatan. Vit hava staðið í stað á mongum økjum, tí alt ov nógvir ókonstruktivir minniluturar hava havt sýtingarrætt og hava noktað fyri uppskotum uttan at vísa aðrar loysnir. Kendasta ímyndin av hesum hevur verið lógin ið bannar 8% øli, men loyvir 13% víni og krevur, at farið verður yvir um hav við vatni. Hetta forboðið hevði nakrar halt fáar stuðlar á tingi, sum altíð megnaðu at leggja veto, líkamikið hvør samgongan var. Nú ongin stjórn situr, bar til hjá tinginum at taka somu støðu sum fólkið.
Men nógv størri týdning hava so mong onnur øki. Lestrarpláss, kommunubygnaður, realkredittur og onnur alternativ fígging bæði fyri sethús og vinnu, samfelagsbúskaparliga burðardygg fiskivinna, umskipan av skatti frá inntøku til dálking og tilfeingi, eins og aðrar avbjóðingar, tær krevja allar loysnir, har vit somuleiðis seta til viks ókonstruktivar minnilutar uttan egnar loysnir.
Men tí vit hava staðið í stað so leingi, so krevjast rættiliga nógvar samtyktir, ov nógvar til at nøkur 17-mannasamgonga megnar tær. Meirilutarnir eru ‘uppá kross.’ Sjálvur samtykti eg til dømis at menna rættarskipanina saman við einum meiriluta, men at kanna fátækramarkið saman við einum øðrum, og at skriva føroyingar í manntal við einum triðja.
Tí er best at vit eisini fáa minnilutastjórn eftir valið, so teir ymsu meirilutarnir fáa virka í senn. Men lat meg líka rætta hatta síðsta. Vit mugu fáa minnilutastjórn í Føroyum; í løtuni hava vit onga stjórn! Ongin tekur stig til samráðingar, ongin spælir út, ongin heldur saman um heildina. Tí meðan alt hetta hendir er løgmaður í Grønlandi. Hann hevur hitt Hillary, fer helst at boðað frá, at hann hevur boðið henni til Føroya. Við bløðini har burturi sigur hann, at føroyingar óttast at golfstreymurin skal venda. Fólk mugu spyrja: hava vit nakran stjórnarleiðara í Føroyum ella bert ein regent ella forseta, sum flýtur omaná, meðan vit onnur mugu stýra skútuni við áralagnum, tí stýrisvølurin er sleptur?
Hygg at málinum um grannskoðararnar. Málið er bert toppurin av ísfjallinum av tí rotinskapi, sum Fólkaflokkurin hevur staðið fyri við landsstýrismonnum, sum ‘levara’ vinningsbýti til sínar partaeigarar. Rætta mannagongd var, at løgmaður setti í verk størri kanning av hesum mynstrinum – umframt at reisa ákæru móti landsstýrismonnunum og at suspendera og kanna aðalstjórarnar í júst tí ítøkiliga málinum. Men løgmaður noktaði at brúka heimildir sínar – løgmaður tveitti við ósannførandi grundgeving málið í tingið, har mannagongdirnar eru truplari, men kortini hava vit baksast við hesum málum, uttan at tann ið hevur heimildirnar einsamallur hevur rætt hond frá síðu. Táið eitt blað (sum bert við greiðari tilvísing sýnir liberalu sambandshugsjón sína) ferð eftir ferð skrivar: “Gott løgmaður” um okkara svar uppá Mr. Chance, er talan um enn eitt non-paper ið rósar sitandi non-stjórn.
Sjálvstýrisflokkurin bjóðaði rest-BC sama sleip sum vit buðu CHE í síni tíð. Áheitan okkara á løgmann sæst á heimasíðu okkara. Vit vildu hava samtykt nøktandi lestrarpláss eftir 5 árum, vildu hava staðfest skylduna at spara upp til eftirløn, vildu seta rættarskipanarnevnd, leggja saman aðalfráðini frá 9 til 5-7, vildu seta politiskt óheftan landsstýrismann at greiða makrelmálið og loksins hava løgmann at brúka heimildir sínar at taka neyðug stig í grannskoðanarmálinum. Løgmaður hevur ikki gingið okkum á møti í nøkrum av hesum og hevur ikki boðið okkum til aðrar samráðingar enn tær ónøktandi makrelsamráðingarna.
Løgmaður hevur lagt seg sjálvan og landsins stjórn á ís.