Løgmaður krevur svar frá Tjóðveldisflokkinum

Løgmaður vil hava nýggja váttan frá Tjóðveldisflokkinum fyri, at flokkurin stuðlar samgonguni, men ivasamt er, um løgmaður kann fáa hesa váttan, áðrenn hann skal halda løgmansrøðuna á ólavsøku. Og tað kann seta hann í eina óheppna støða, viðurkennir hann

10 dagar áðrenn Anfinn Kallsberg skal halda løgmansrøðuna, ivast hann í, um hann hevur stuðul frá størsta flokkinum í samgonguni.
Løgmaður boðaði eftir innanhýsisfund í Fólkaflokkinum týskvøldið frá, at hann fer at biðja Tjóðveldisflokkin vátta stuðulin til landsstýrissamgonguna eftir nakrar vikur við stríði á vinnupolitiska økinum, men ivasamt er, nær Tjóðveldisflokkurin fer at svara.
Vit høvdu gjarna viljað spurt Høgna Hoydal um hetta, men úr Tinganesi frætta vit, at Høgni Hoydal er farin í summarfrí og verður ikki aftur til arbeiðis fyri enn um tvær vikur, og tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á varaløgmanni á annan hátt.
Farnu vikurnar hevur Anfinn Kallsberg verið í feriu, og hann hevur sagt, at hann gjørdi einki við átrokandi málið í samgonguni, fyrr enn hann kom heim úr feriu.
Um Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, hevur somu áskoðan sum løgmaður, so kann Fólkaflokkurin ikki vænta sær nakað svar frá Tjóðveldisflokkinum, áðrenn løgmaður skal halda ólavsøkurøðuna.

Væntar sær skjótt svar
Løgmaður kann tí koma í ta støðu, at hann skal leggja ætlaninar hjá samgonguni fyri Føroya fólk, samstundis sum hann ivast í, um samgongan er til.
? Tað hevði verið ein sera óheppin støða at komið í, men løgmaður skal geva eina frágreiðing á ólavsøku, og tað fari eg eisini at gera. Skrivið frá Fólkaflokkinum er ikki farið av stað til Tjóðveldisflokkin enn, men tá tað er farið, ivist eg ikki í, at eg fái eitt skjótt svar frá teimum, sigur Anfinn Kallsberg.
Høgni Hoydal hevur farnu vikuna ført fram, at hann hevur ongan trupulleikar í samgonguni. Er tað ikki nóg gott fyri teg?
? Ja, tað hevur hann sagt í fjølmiðlunum, men so kann hann endurtaka tað fyri mær beinleiðis. Eg vil hava staðfest, um Tjóðveldisflokkurin framvegis stuðlar samgonguni ella ikki, sigur Anfinn Kallsberg.

Eingin stevning
Rokið í samgonguni botnar í eini ósemju um vinnupolitikkin hjá landsstýrinum. Torbjørn Jacobsen, vinnupolitiskur orðførari hjá Tjóðveldisflokkinum, hevur funnist harðliga at Bjarna Djurholm og hansara politiskum ætlanum um at privatisera almenn feløg.
Men stríðið harðnaði munandi, tá Torbjørn Jacobsen í einum lesarabrævi segði, at Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen ikki kundu sitið í landsins leiðslu nakra aðra staðni í heiminum, tí teir høvdu eina dulda fortíð.
Løgmaður segði eftir hetta lesarabræv, at hann fór ikki at lata slík úttalilsi fara aftur við borðinum uttan nakað. Hann vil tí eisini hava at vita frá Tjóðveldisflokkinum, hvat liggur í skuldsetingunum frá Torbirni Jacobsen. Higartil hevur Torbjørn Jacobsen einki meira viljað sagt, og Høgni Hoydal hevur tvíhildið um, at talan er um eitt persónligt stríðsmál millum Torbjørn Jacobsen og teir báðar fólkafloksmenninar.
Royndur sakførari hevur sagt, at tú kanst stevna fyri ærumeiðing. Ætlar tú tær tað?
? Skalt tú hava samstarv í eini samgongu, kanst tú ikki stevna hvørjum øðrum. Lat okkum nú sláa kalt vatn í blóðið, tí eg ivist ikki í, at alt fer at koma upp á pláss aftur.