Løgmaður koyrir ikki John Petersen frá

Tað fær ongar avleiðingar fyri John Petersen sum landsstýrismann, at hann er skuldsettur fyri neyðtøku. Anfinn Kallsberg: ­ Sum løgmaður havi eg útinnandi valdið, og fari ikki at leggja meg út í, hvat dómsvaldið fæst við, sigur løgmaður.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, vil ikki gera viðmerking til sjálvt málið, sum landsstýrismaður hansara er skuldsettur fyri at hava framt.

Spurdur, hvørt løgmaður kann hava ein landsstýrismann í arbeiði, sum hevur slíkar skuldsetingar sitandi á sær, sigur Anfinn Kallsberg, at ongar ætlanir eru um at koyra John Petersen frá.


Lættari at handfara

í tinginum

­ Hinvegin, um hann fer frá, so er hann løgtingslimur og tekur sæti á tingi. Har er málið lættari at hava við at gera, enn tá hann er landsstýrismaður, sigur Anfinn Kallsberg.

Tað, sum løgmaður sipar til, er, at landsstýrismenn ikki eru vardir ella hava immunitet (óárin), á sama hátt sum tinglimir.

Landsstýrismenn eru á jøvnum føti við vanligar borgarar. Eitt og hvørt mál kann reisast móti teimum.

Sambært stýrisskipanarlógini, hava landsstýrismenn ráðharraábyrgd, men tað er bert fyri tað arbeiðið, sum hoyrir embætinum til.

Viðvíkjandi løgtingslimum, so hava teir immunitet ella óárin, sum verjir teir móti statsmaktini.

Verður ein tinglimur ákærdur fyri at hava brotið lógina, skal tingið atkvøða fyri ella ímóti, hvørt tinglimurin skal missa sín immunitet ella ikki.

Henda regla varð tikin í nýtslu fyri nøkrum árum síðan, tá tingið skuldi taka støðu til, um óárinið skuldi takast frá Heini O. Heinesen, tingmanni.


Eingin er sekur ..

­ Eingin er sekur fyrr enn hann er dømdur. Tað eru eisini nógvir persónar í Føroyum, sum hava verið skuldsettir, eitt nú í skipamálinum. Har er eitt mál fyri og annað eftir fallið í rættinum, og flestu teirra skuldsettu eru fríkendir. ­ Undantikið teir, sum ongantíð hava frætt aftur úr rættinum. Tí taki eg ikki støðu til hetta málið, áðrenn vit vita, hvat spyrst burturúr, sigur Anfinn Kallsberg.


­ Eg eri ikki dómari

­ Harnæst hevur málið um John Petersen einki við politiska lívi hansara at gera, og tí haldi eg meg til grein 40 í stýrisskipanarlógini, sum sigur, at dómsvaldið er hjá óhefta dómsstólinum, sum virkar sambært rættargangslógina fyri Føroyar.

­ Eg eri ikki dómari, og tí fari eg ikki at leggja meg út í, hvar dómsvaldið ger. Eg eri løgmaður og umboði útinnandi valdið, og dómstólarnir hava dømandi valdið, sigur Anfinn Kallsberg.