- Eg vænti ikki, at nakar fer at taka nevndarsessir frá øðrum. At tosa um samgonguslit er órelevant. Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, við Dagur og Viku í kvøld.
Javnaðarflokkurin viðger spurningin at vísa á Eyðgunn Samuelsen sum forkvinnu í fíggjarnevndini. Hóast Fólkaflokkurin, sambært samgonguskjalinum, eigur formanssessin, heldur Javnaðarflokkurin, at Fólkaflokkurin skúgvaði politisku spælireglurnar til viks, tá flokkurin umskipaði stjórnina, uttan at boða Javnaðarflokkinum frá. John Johannessen, politiskur formaður á tingi, sigur, at flokkurin hevur ikki komin til eina endaliga niðurstøða.
Kaj Leo Johannesen væntar ikki, at málið fer at seta kílar í samgonguna.
- Eg havi álit á, at Javnaðarflokkurin tekur røttu avgerðina, so vit kunnu halda fram við samgonguarbeiðinum, sigur løgmaður við Dagur og Viku.