Politikkur
- Um nakar kann sigast at hava ábyrgdina av tí, sum hendi í tinginum í vikuni, so er tað løgmaður, Anfinn Kallsberg. Hann átti longu fyrstu dagarnar í desember at havt avgreitt málið um landsstýrismannin, tí eingin hevur meira enn løgmaður endurtikið, at jura og politikkur minni enn so altíð kunnu samansjóðast.
Tað er Kjartan Joensen í Leirvík, sum eigur hesi orðini.
- Tá ið úrslitið hjá kanningarstjóranum fyrilá, visti hvør húsmóðir, hvat fór at henda við Jørgeni, og tað átti løgmaður eisini at vitað.
- Løgtingið hevur sett eina landsstýrismálanevnd, sum hevur heimild í ivamálum at velja sær ein kanningarstjóra. Tí var tað púra burtur við og frekt av løgmanni aftaná, at úrslitið fyrilá, at fara út í býin at finna sær nakrar juristar, sum vildu koma til ta niðurstøðu, ið løgmaður vildi hava. Juristar gera jú tað, teir fáa pengar fyri, og sum oftast ber til hjá teimum at koma til ta niðurstøðu, sum nú einaferð er ynskilig, sigur Kjartan.
Neyvan Kjartan
Spurdur, um tað kann hugsast, at hann verður eftirmaður Jørgens, nú sessurin sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum er ómannaður, sigur Kjartan, at tað roknar hann ikki við.
Kjartan hevur annars drúgvar royndir, bæði í fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og hann hevur eisini gjørt sínar royndir í politikki.
- Eg vænti, tað fer at taka sína tíð hjá Fólkaflokkinum at velja nýggjan landsstýrismann, tí sum kunnugt, hevur løgmaður altíð góða tíð. Hann er jú ikki vanur at skunda sær, og tað tók honum jú ein heilan mánaða av avgreiða Jørgen, sigur Kjartan Joensen í Leirvík.