Eftir valið brúkti løgmaður møguleikan í okkara enn nýggju stýrisskipanarlóg at verða sitandi, hóast hann ikki var formaður í størsta flokinum. Hetta vóru ikki øll fegin um. Týsdagin noyddi Løgtingið ein landsstýrismann at siga seg úr starvi, og tað er løgmaður nú harmur um.
Lagið er nevniliga ikki gott í Fólkaflokkinum í hesum døgum, men Anfinn Kallseberg, løgmaður, hevur ongar ætlanir um at gera stórvegis broytingar í síni stjórn.
? Fólkafloksmenn eru harmir um støðuna, men vit hava havt eitt gott samstarv í samgonguni, sigur løgmaður, tá hann verður spurdur, hvussu framtíðin hjá Landsstýrinum sær út, og um hann kann góðtaka, at Tjóðveldisflokkurin segði seg vilja atkvøða fyri einum misáliti á Jørgen Niclasen. ? Vit hava ikki sagt nakra samgongu upp, men vit hava sagt, at um Tjóðveldisflokkurin atkvøður fyri einum andstøðuuppskoti, so skapar hetta missljóð, og hetta hevur skatt álitið, og tí verður stevið ikki tað sama, tí eitt samgongustarv byggir upp á álit, sigur Anfinn Kallsberg.
Pressan burtur úr vón og viti
Í løtuni umsitur hann sjálvur fiskivinnumál, sum hann metir vera eitt sera stórt og umfevnandi málsøki. Enn vil løgmaður tó ikki siga, hvør kemur at taka sær av Fiskimálaráðnum, ella nær ein nýggjur landssýrismaður verður settur í tann sessin. Men Anfinn Kallsberg væntar tó ikki stórvegis broytingar í fiskivinnupolitikkinum, tí linjan hjá Jørgen Niclasen er løgd í lógini, sum hann málber seg.
Løgmaður sigur seg vera sera harman um, at Jørgen Niclasen noyddist at fara frá, og honum hóvar ikki handfaringina hjá fjølmiðlunum í hesum máli, sum hann sigur vera burtur úr vón og viti. Hann heldur, at pressan dømdi við brestin, og hevur ikki verið serliga objektiv. Løgmaður vil tó ikki siga júst hvørjar miðlar, hann meinar við, men sigur so mikið, at summir miðlar eru meira slagkraftigir enn aðrir, sum hann orðar seg. ? Viðhvørt liva landsstýrismenn undir ómenniskjansligum korum. Um hetta er rætt ella skeivt, veit eg ikki, men vit mugu øll ansa eftir hvørjum øðrum, sigur løgmaður.
Sjálvur vardi hann leingi Jørgen Niclasen, men tá trýstið úr Løgtinginum varð ov stórt, noyddist sjálvt løgmaður at ásanna, at møguleikin fyri at fáa misálit í føroyskum politikki er til staðar.