Løgmaður ikki liðugur at kanna Jacob Vestergaard

Í sambandi við málið um at seta skiparar á Smyrli, hevur Jacob Vestergaard verið bæði sakligur og ósakligur Løgmaður er nú í ferð við at kanna leiklutin hjá Jacob Vestergaard í sambandi við málið um at seta nýggjar skiparar á Smyrli.

Løgmaður greiddi løgtinginum frá í áðni, at hann er ikki liðugur enn.

Í løgtinginum í dag hevur Tórbjørn Jacobsen spurt løgmann um málið. Løgmaður hevur svarað aftur, at ein landsstýrismaður hevur heimild at geva einum stovnsleiðara tænastuboð.

Men tænastuboðini skulu altíð vera saklig, legði hann dent á.

Í hesum sambandi helt løgmaður avgjørt, at tað vóru eini saklig tænastuboð at biðja stjóran á Strandferðsluni bíða við at seta nýggjan skipara til Smyril til kæran frá gomlu skiparunum varð liðugt viðgjørd.

Kortini var ein skipari settur í starv hósdagin.

Hinvegin helt løgmaður avgjørt ikki, at tað var sakligt at geva stjóranum á Strandferðsluni tænastuboð um at annulera starvssetanina aftur.

Hann segði, at ein starvssetan kann ongantíð annulerast. Er eitt starv sett, kann talan bara vera um uppsøgn eftir heilt føstum mannagongdum við hoyringsskrivi, sakligum grundgevingum o.s.fr.