Nýggjársrøða
? Hetta verður ein røða, sum bæði lítur aftureftir- og frameftir.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, skal í kvøld halda sína allarfyrstu nýggjársrøðu.
Og hann dylir ikki, at hann kennir tað sum ein heiður at sleppa at halda nýggjársrøðu fyri Føroya fólki.
Og hann hevur eisini givið nýggjársrøðuni tað fyrireiking, sum hann heldur, at slík røða hevur uppiborið.
Tí at tað er ein stór løta, ivast løgmaður onga løtu í.
? Hetta er ein røða, sum rættiliga nógv fólk lurta eftir. Hetta er kanska einasta høvi, løgmaður hevur at røkka inn í at kalla hvørt einasta heim í landinum.
? Tí er hetta ein serlig kensla at halda mína fyrstu nýggjársrøðu.
Men av tí sama er eisini neyðugt at velja orðini við umhugsni og tað hevur Løgmaður eisini gjørt.
? Hóast nýggjársrøðan bara er slakar 10 minuttir, er hetta ikki ein røða, sum verður skrivað uppá ein seinnapart. Eg havi hugsað væl og leingi um, hvat eg skal siga og tað eru nógvir dagar, síðani fyrsta útkastið til røðuna varð skrivað.
? Samstundis havi eg ráðført meg við nógv fólk um, hvat skal vera við í røðuni, so tað hevur verið ein rættiliga long tilgongd, frá tí at eg fór at hugsa fyrstu tankarnar um, hvat skuldi standa í røðuni, til nú, eg standi við henni í hondini, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður heldur eina aðra stóra røðu hvørt ár og tað er Ólavsøkurøðan.
Men hann heldur ikki, at nýggjársrøðan og ólavsøkurøðan kunnu samanberast.
Ólavsøkurøðan er lógarásett og hon er ein partur í politiska arbeiðnum, har farið verður í smálutir við nógvum ymsum viðurskiftum.
Hinvegin er nýggjársrøðan ein meiri persónlig røða frá landsins leiðara til allar føroyingar.
Aftureftir og frameftir
Jóannes Eidesgaard sigur, at í hesi fyrstu nýggjársrøðuni fer hann at líta bæði aftureftir og frameftir.
? Eg fari at líta aftur á gongdina í 2004, har eg fari at taka samanum, hvussu farna árið royndist, bæði á politiska økinum og á vinnuliga økinum.
? Á politiska økinum hava vit fingið bæði nýtt løgting, nýtt landsstýri og nýggj bý- og bygdaráð. Og á vinnuliga økinum hava vit havt stór bakkøst, serliga í alivinnuni, men eisini í fiskivinnuni sum heild.
Men løgmaður fer eisini at líta frameftir og fer at umrøða, hvat er til ráða at taka fyri at styrkja okkum vinnuliga og búskaparliga.
Og hetta er kanska mest áhugaverdi parturin í røðuni.
Jóannes Eidesgaard vil ikki kalla røðuna dapra, hóast stór bakkøst hava verið, men hon flýggjar heldur ikki undan veruleikanum.
? Men tann parturin, sum viðgerð tað gamla og farna, er ikki tað, sum fyllir mest, tó at tað ikki skal gloymast. Tað, sum fær mestu umrøðuna í nýggjársrøðuni, er avgjørt tann parturin, har eg hyggi frameftir og royni at vísa á gongdar leiðir frameftir.
Og løgmaður heldur, at hóast útlitini kanska ikki eru tey allarbjartastu, er tað kortini ikki ein ókend støða, sum samfelag okkara er í.
? Tað hevur altíð gingið upp og niður í føroyska samfelagnum og í løtuni eru tíðirnar ikki so góðar, sum tær hava verið.
? Okkara uppgáva sum politikarar, er at royna at forða fyri, at sveiggini verða ógvusligari enn neyðugt og í hesum sambandi fer løgmaður í nýggjársrøðuni at nema við nøkur viðurskifti, sum hann heldur, eiga at verða tikin upp.
Løgmaður fer eyðsæð mest at røða um heimlig viðurskifti, men hann fer eisini í ávísan mun at umrøða viðurskifti úti í heimi.
Løgmaðurheldur nýggjársrøðuna í kvøld klokkan 19 og hon verður send beinleiðis, bæði í Útvarpinum og Sjónvarpinum










