Samgonga
Leiðslan í Fólkaflokkinum viðgjørdi á fundi í gjár torføru parlamentarisku støðuna, sum hevur tikið seg upp eftir løgtingsvalið. Bíðað hevur verið við fundinum til formaðurin í landsfelagið Steintór Jacobsen kom aftur úr útlandinum. Ætlanin var annars at halda fundin fyri Hvítusunnu.
Undan fundinum segði løgmaður, at hann skuldi verða ein breið politiskt orientering. Á fundinum vórðu tingmenn, landsstýrismenn, formenn fyri lokalfeløgini kring landið og síðani landstjórnin, sum telur eitt umboð fyri hvørt valdømi.
Slíkur fundur er vanligur eftir eitt val, men støðan samfelagið er komið út í eftir valið, hevur kanska gjørt júst henda fundin rættiliga áhugverdan og kanska eisini avgerandi fyri, hvat nú fer at henda.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum hevur hildið Hvítusunnuna á Viðareiði, segði í gjár, at hann ætlaði sær ikki at taka nakra avgerð um samgongu fyrr enn eftir fundin. Løgmaður vil fegin hoyra meiningarnar hjá floksleiðsluni og ætlaði hann sær at lurta væl á fundinum týsdagin.
Uppá fyrispurning um løgmaður væntaði, at niðurstøðan frá tí fundinum fer at vera avgerandi fyri, hvørjar flokkar hann nú fer at tosa við um skipan av samgongu sigur Anfinnur Kallsberg, at hann sjálvandi fer at lurta væl og heldur hann fundin verða eitt gott høvi til tess.