Løgmaður hevur selt allan sjálvstýrispolitikk og hevur hildið okkum øll fyri gjøldur

Høgni Hoydal
form. í Tjóðveldisflokkinum og fólkatingslimur
?????
Løgmaður hevur fleiri ferðir alment bedýrað, at hann fór ikki at góðtaka donsku krøvini í sambandi við uttanríkispolit-isku heimildarlógina. Løgmaður heitti eisini á fólkatingslimirnar um at støðga ætlanunum hjá donsku stjórnini. Kortini hevur løgmaður nú góðtikið øll tey donsku krøvini og hevur lagt fyri løgtingið danska og føroyska lóg um uttanríkispolitikk, ið koyrir okkum langt aftur í skjútstíðina.

Lógirnar, sum í dag eru lagdar fram, eru tann grovasta sambandslóggávan, ið higartil er sædd á Føroya Løgtingi. Eisini sum fólkatingslimur kenni eg meg hildnan fyri gjøldur. Undir-ritaði hevur saman við grønlendsku limunum í Norðuratlanstbólkinum lagt nógv fyri til tess at fáa støðgað grønlendsku lógini, so landsstýrið fekk ein møguleika at samráðast.
Men løgmaður hevur í dag ? uttan at siga okkum frá ? lagt fram tvey lógaruppskot á Føroya Løgtingi: Eina føroyska lóg og eina danska lóg um, hvørjar heimildir landsstýrið hevur at gera altjóða sáttmálar. Har er onki veruliga broytt í mun til tað, sum higartil hevur ligið á borðinum ? ja, tað er helst uppaftur verri, tí nú skal Løgtingið samtykkja eina danska lóggávu, sum beinleiðis tekur vunnar heimildir frá Løgtinginum. Hetta er eitt nýtt krav frá donsku stjórnini, ið landsstýrið hevur góðtikið.
Higartil hava føroyingar tikið sær rætt at gera bindandi sáttmálar við onnur lond ? serliga á fiskivinnu-, handils- og skattaøkinum. Hesar avtalur hava føroyingar gjørt í egnum navni.

?Nú verður Løgtingið biðið um at staðfesta, at føroyingar hava ongar heimildir at gera sjálvstøðugar sáttmálar við onnur lond og felagsskapir.
?Løgtingið verður biðið um at staðfesta, at danska grundlógin forðar okkum í at gera bindandi sáttmálar við onnur.
?Ístaðin skal Føroya landsstýri sleppa at gera sáttmálar vegna Danmark undir heitinum ?Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne? ? og hetta kann bert gerast, um tað ikki gongur ímóti donskum áhugamálum. Danska stjórnin skal spyrjast bæði áðrenn, meðan og aftaná landsstýrið ger nakra avtalu

Hetta brotið úr viðmerkingunum til donsku lógina, lýsir væl støðuna:
?Som nævnt vil der ikke være tale om egentlig overladelse af beføjelser til at handle i mellemfolkelige anliggender. Regeringen vil derfor fortsat have udenrigspolitisk kompetence også i de anliggender, der omfattes af en bemyndigelse til det færøske lands-styre.
Hensynet til rigsenheden og grundlovens §19 indebærer endvidere, at Færø-ernes landsstyre ved udøvelsen af udenrigs-politiske handlinger ? der som anført bliver folkeretligt bindende for hele riget ? vil være afskåret fra at handle i strid med rigets interesser, herunder rigets generelle udenrigspolitik.? (s. 6 í viðmerkingunum til ríkislógina)
Hetta stendur í skerandi andsøgn til tað, sum bæði løgmaður og formaður Fólkafloksins, Anfinn Kallsberg søgdu í fólkatingsvalstríðnum. Har vissaðu teir um, at teir fóru ikki at gera nakra avtalu, ið bant okkum til donsku grundlógina ella sum var eitt afturstig fyri Føroyar. Ja, teir vildu enntá yvirtaka uttanríkismál frá dønum.
Nú hava teir slept øllum og hava góðtikið eina danska lóggávu, sum fer at seta okkum afturum heimastýrisskipanina.
Í donsku viðmerkingunum verður somuleiðis sligið fast:
?Aftaler som indgås i medfør af §1, betegnes som aftaler mellem enten ?Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne? eller ?Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne og Grønland?. Disse betegnelser viser, at Færøernes landsstyre henholdsvis Færøernes landsstyre og Grønlands landsstyre handler på hele rigets vegne og ikke som et selvstændigt folkeretssub-jekt (...)? (s.12 í viðmerk-ingunum til donsku ríkis-lógina).
Hetta merkir, at sjálvsavgerðarrætturin hjá føroysku tjóðini verður skrivaður burtur, og tað var júst hetta kravið, ið fekk undanfarna løgmann at slíta samráðingarnar við donsku stjórnina í 2000.
Tað er somuleiðis átaluvert, at landsstýrið og danska stjórnin royna at skrumbla hesi mál ígjøgnum nú fáar dagar áðrenn Løgtingið fer heim. Endamálið er greitt at støðga tí føroyska fullveldismálinum endaliga, áðrenn Danmark skal atkvøða um nýggju ES-grundlógina.
Eg fari at heita á øll, ið hava møguleikan, um at lesa lóggávuna, ið nú er løgd fram á løgtingi. Har fæst sjón fyri søgn, at allur sjálvstýrispolitkkur er sleptur og verður jarðlagdur av núsitandi samgongu. Har sæst somuleiðis, at onki av tí, sum løgmaður hevur ført fram í hesum málinum, hevur verið eftirfarandi.