Løgmaður hartar Høgna

Høgni Hoydal vil hava fullveldi innan 2006. Hetta heldur løgmaður vera vitleyst og fullkomiliga órealistiskt at melda út longu nú

 

John Johannessen


Rok hevur tikið seg upp í samgonguni um, nær endaliga málið um fullveldi skal vera rokkið. Meðan Tjóðveldisflokkurin vil, at komið skal vera á mál í seinsta lagi 2006, so átalar løgmaður harðliga, at tað longu nú verður sett eitt evstamark.

Høgni Hoydal hevur í viðmerking til bløðini boðað frá, at nýggja sjálvstýrisætlanin hjá landsstýrinum er ein verulig fullveldisætlan, ið miðar eftir at øll málsøki skulu vera komin undir føroyskt vald og at heimastýrislógin skal vera avriggað innan ár 2006.

Høgni Hoydal vísir frá sær, at talan er um eina stig fyri stig ætlan og sigur orðarætt: »Tað, sum uppskotið byggir á, er, at í seinasta lagi ? tildømis ár 2006 skulu øll málsøki vera komin undir føroyskt lóggávuvald og heimastýrislógin avriggað. Tað kann sjálvsagt eisini gerast innan ta tíð.«

Hetta staðfestir formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins eisini í samrøðu við Sosialin í dag og landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum tosar um tað sama í grein í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum.


Burturvið

Men løgmaður er ikki fegin um útmeldingarnar frá Tjóðveldisflokkinum.

? Eg kenni einki til, at vit skulu hava fullveldi innan ár 2006. Tað er heilt burturvið at melda út við tølum. Landsstýrið skal ikki melda nakað út, sum ikki er møguligt, sigur Anfinn Kallsberg.

Løgmaður leggur dent á, at tað ikki ber til at melda eina tíðarætlan út, fyrr enn partarnir hava lagt til rættis eina gongd við einari tíðarætlan, sum teir eru púra samdir um.

? Eg havi ikki sæð brævið, men eg haldi tað vera sera óheppi og vitleyst, at Høgni kemur við hesari útmeldingini. Hetta er ikki ein útmelding, sum landsstýrið stendur fyri, og tí má hon standa fyri hansara egnu rokning, sigur løgmaður.

Anfinn Kallsberg harmast um, at hetta bræv skal vera sent fjølmiðlunum, tá partarnir júst hava gjørt semju um at lata vera við at fara út og grugga nýggju ætlaninina.

? Eg kann ikki siga annað enn, at ætlanin, vit løgdu fram hósdagin, stendur við, staðfestir løgmaður.