Løgmaður, gloym ikki tey sum bera brek

Í undirskjali til løgmansrøðuna er skrivað, at løgmaður skal seta ein arbeiðsbólk at kanna hvat skal til fyri at seta altjóða sáttmálan um rættindi teirra brekaðu í gildi í Føroyum. Sáttmálin er besta trygdin fyri, at tey sum bera brek, fáa janvstøðurættindi, og ger tað ólógligt at gera mismun vegna brek, nakað sum ikki er ásett í føroyskari lóggávu. Tí eigur sáttmálin at verða settur í gildi fyri Føroyar samstundis sum sáttmálin verður settur í gildi í EU, allarhelst í 2008. Hetta kann ikki bíða.

Tað fíggjarliga eingin umbering

Røddir sum tala ímóti at seta sáttmálan í gildi siga, at tað verður ov dýrt. Hetta sjónarmið kann ikki góðtakast, tá lond sum vit vanliga meta sum fíggjarliga veikari enn Føroyar, sosum Armenia, Polen og Litava hava undirskrivað, og boða frá, at tey fara at seta sáttmálan í gildi í næstum, og at eitt land sum Kroatia longu hevur sett sáttmálan í gildi.

 

Fyrireiking skal til

Tað sum krevst, eru málrættaðar fyrireikingar, og tað batar einki bert at seta enn ein arbeiðsbólk. Tað er neyðugt at seta arbeiðsbólkinum krøv og geva honum karmar. Kravið eigur at verða, at arbeiðið skal verða liðugt á sumri 2008. Fyri at kunna seta sáttmálan í gildi, skal bæði Løgting og Fólkating samtykkja hann, tí eigur sáttmálin at koma í gildi í Føroyum, samstundis sum Danmark setur hann í gildi, so slepst undan, at Danmark skal taka fyrivarni fyri Føroyum. Umframt EU londini, hava bæði Ísland og Norra, sum okkara grannatjóðir eisini boða frá at tey fara at seta sáttmálan í gildi.

 

Eftirbátur

Um løgmaður ikki fer til verka nú, kunnu vit koma at standa einsamøll á altjóða pallinum tá umræður rættindi teirra brekaðu.

Meira er at lesa um sáttmálan á HYPERLINK "http://www.un.org/esa/socdev/enable/" www.un.org/esa/socdev/enable/