Løgmaður fríkendi Jørgin Niclasen við støði í frágreiðingini frá landsstýrismanninum sjálvum og hansara egna stýri. Men hann gav honum samstundis eina ábreiðslu, grundað á frágreiðingina frá kanningarstjóranum, Turið Debes Hentze advokati.
Soleiðis kann støðan gerast upp, nú Anfinn Kallsberg løgmaður seinnapartin hósdagin gjørdi úrskurð í málinum um embætisførsluna hjá Jørgin Niclasen.
Í einum brævi til Jørgin Niclasen landsstýrismann, sum er dagfest 9. januar 2003, sigur løgmaður sína niðurstøðu vera, at tað ikki er grundarlag fyri at halda, at landsstýrismaðurin hevur framt brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna, og »at tað út frá nevnda tilfari má metast at vera sera ivasamt, um tygum hava brotið ásetingarnar í løgtingslóg nr. 26 frá 14. mars 1997 um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum«.
Tilfarið, sum løgmaður vísir til, er frágreiðing frá kanningarstjóranum, skriv frá Fiskimálaráðnum, skriv frá trímannanevndini til Fiskimálaráðið og skriv frá Jørgin Niclasen landsstýrismanni til Anfinn Kallsberg løgmann.
Harða ábreiðslu
Sostatt taldi frágreiðingin frá landsstýrismanninum sjálvum og hansara umsiting meira enn kanningin hjá óvilduga kanningarstjóranum, ið løgtingið hevur sett. Tí kanningarstjórin staðfesti, at landsstýrismaðurin fór út um sínar heimildir í málinum.
Men hóast Jørgin verður fríkendur fyri at hava forbrotið seg ímóti lógunum, so fær hann ábreiðslu frá løgmanni fyri handfaringina hjá Fiskimálaráðnum av hesum og øðrum málum.
Løgmaður førir fram, at »málsviðgerðin í sambandi við umsóknir frá feløgunum aftan fyri skipini Høgafoss og Arctic Viking átti at verið betri løgd til rættis, og at umsiting tygara átti at biðið um eitt endaligt skivligt tilmæli frá trímannanevndini, áðrenn endalig avgerð um at víkja fyri nýggjum lánum varð tikin«.
Løgmaður hartar eisini landsstýrismannin fyri, at »tað í skjalatilfarinum ikki eru nóg góð skrivlig skjalprógv fyri grundarlagnum fyri teimum avgerðum, sum tygum hava tikið«.
Upprudding á veg
Fyrisitingarliga viðgerðin av málinum hevur sostatt ikki verið nøktandi, ásannar løgmaður, og tað átalar hann. Anfinn Kallsberg ásannar í somu vending, at Fiskimálaráðið hevur verið fyri atfinningum í longri tíð.
Løgmaður heitir tí í brævinum á Jørgin Niclasen um at fara undir miðvísa tilgongd fyri at menna Fiskimálaráðið, so tað fer at virka betur. Ein ítøkilig ætlan fyri hetta skal handast løgmanni í seinasta lagi 1. apríl 2003.










