Løgmaður ger onki við Johan Dahl

Løgmaður fer onki at gera við, at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, gav stjóranum, sum nú er á Skrásetingareftirlitinum, eina ávaring fyri avgerðir, sum Skrásetingin tók áðrenn hann varð stjóri. Hetta staðfestir løgmaður í svari til Høgni Hoydal, sum hevur spurt, hvussu tað ber til, at hesin stjórin fekk ávaring fyri avgerðir, sum vórðu tiknar fyri hansara tíð á stovninum.

Løgmaður staðfestir, at hann tekur bert stig um landsstýrismaður fer út um sínar heimildir.

Men hann staðfestir eisini, at hann er ikki sannførdur um, at hann sjálvur hevði tikið somu støðu, var tað hann, sum var landsstýrismaður ístaðin fyri Johan Dahl.

Hinvegin metir løgmaður ikki, at landsstýrismaðurin er farin út um sínar heimildir og tí ger hann ikki gera meiri við málið.

Sjálvur hevur vinnumálaráðið greitt løgmanni frá, at ávaringin varð givin tí at stjórin ikki beinanvegin rættaði skeivar og misvísandi upplýsingar, sum Skrásetingin hevði givið undir tí fyrrverandi stjóranum.