Løgmaður fekk krakk

Ætlanin hjá løgmanni um at fáa millum 150 og 200 milliónir meira í ríkisstuðuli frá donsku stjórnini miseydnaðist. Hann hevur í dag fingið at vita frá Helle Thorning-Schmidt, at ríkisveitingin ikki verður hækkað við afturvirkandi kraft, men at hon framyvir verður prístalsviðgjørd.

Grønlendski blokkstuðulin verður í ár reguleraður við 1,4 prosentum. Um vit rokna 1,4 prosent av 615,5 milliónum, so fáa vit tað til, at blokkurin hækkar 8,4 milliónir krónur.

Sambært heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni hækkar blokkurin slakar níggju milliónir í ár.